Eg taki fegin við avbjóðingini at umsita tína atkvøðu í Tórshavnar Kommunu næstu fýra árini. Mítt yvirskipaða mál er at skapa trivnað og vøkstur, soleiðis at borgarar í Tórshavnar Kommunu hava bestu korini bæði til arbeiðis og í frítíðini. Eg fari virkisfýsin og miðvíst til verka við einum jaligum hugburði, og tískil leggi eg nógva orku í at røkka settum málum

Býráðið skal taka stig til bíligar bústaðir

Tórshavnar Býráð skal fáa gongd á bíliga bústaðarbygging. Kommunan kann lata grundøki til lutaíbúðir, sum eitt nú eldri fólk og einligir forsyrgjarar kunnu keypa bíliga í einum vælriknum lutafelag

Tað er kostnaðarmikið at seta føtur undir egið borð í høvuðsstaðnum, og hjá summum havnarborgarum er hetta eitt so tungt stig at taka, at teir hava ilt við at koma so langt. Tískil er teirra einasti møguleiki at leiga sær ein dýran bústað.

Her hugsi eg m.a. um tilkomin og eldri fólk, sum hava selt húsini, men sum ikki umaftur tíma at kasta pengar eftir einum øðrum dýrum bústaði – t.d. eini eigaraíbúð. Eg hugsi eisini um foreldur, sum liva einsmøll við sínum børnum, og sum snøgt sagt ikki hava ráð at keypa ein dýran bústað við bert einari inntøku. Eisini hugsi eg um ung fólk, sum fegin vilja hava sítt egna, uttan at tey skulu brúka meginpartin av lønini til ein dýran bústað.

Tórshavnar Kommuna eigur at rætta hesum fólkum eina hjálpandi hond, og tann møguleikan hevur kommunan. Vit kunnu t.d. lata lutafeløgum grundøki ókeypis til at byggja bíligar lutaíbúðir. Hetta skal sjálvandi gerast við skili og eftir skipaðum reglum, soleiðis at fyrst og fremst tey, sum veruliga hava tørv á eini bíligari lutaíbúð, hava møguleikan at keypa ein part í einum lutafelag.

Tað snýr seg um, at hesi fólk skulu kenna seg trygg í egnum bústaði saman við sínum børnum ella á eldri árum, tá ið børnini eru flutt heimanífrá. Kommunan hevur her ein glæsiligan møguleika at hjálpa teimum burtur úr dýrum húsaleigum og óttanum fyri at verða søgd upp í leiguíbúðum.

Eg haldi, at nú skulu vit gevast bara at tosa um allar dýru íbúðirnar í Havn, og hvussu dýrt tað er at leiga í høvuðsstaðnum. Nú skulu vit heldur gera nakað við hendan trupulleikan, sum í roynd og veru kann loysast, um vit bert vísa viljan í verki.

Ein slík verkætlan kann gerast í einum samstarvi millum Tórshavnar Kommunu, Húsalánsgrunnin og lutafeløg. Eg taki fegin stig til slíkt samstarv, ið gevur tryggleika og trivnað, og sum eisini er eitt gott arbeiðsskapandi íkast til vinnulívið.

Tú finnur meira frá mær á www.bogiandreasen.fo.

Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, Listi A í Tórshavnar Kommunu á kommunuvalinum 13. november 2012