Ættaður úr Vestmanna
Bústaður: Heygalíð 19


Mynd:Landsverk

Byggiverkið Glasir

2019-01-08 23:56

Bygningurin er eitt imponerandi verk at líta á. Tað eru tey flestu samd um. Men somu standa kanska í røð, fyri at skelda sama verk út, fyri bæði líkt og ólíkt.

Sjálvandi aftur hesaferð, um allan peningin sum samfelagið, leiðsla og onnur hava “søpla” burtur í líkasælu. Men bygningurin hvørvir ikki aftur við tað sama. Hann verður standandi til stóra nyttu tey næstu 50 árini. Í minstalagi, um rætt verður atborið. Og tað skulu vit syrgja fyri sum samfelag. Tað er framtíðarungdómur okkara, sum fer at bera ávøksturin av hesum væla bygningsverki, vit fyri einaferð skyld hava fingið. Og slíkan bygning hava mong lond ikki. Og slettis ikki tey, sum vit kunnu samanbera okkum við.

Føroyar hava ongantíð í nútíðarsøgu okkara, havt nakað sum líkist hesum flotta bygninginum. Vit skulu verða fegin um, at vit nú endiliga hava fingið ein bygning, sum vit kunnu vísa fyri útheiminum. Tí tað er hann verdur.

Eingin trúði heldur uppá Jørn Utzon og hansara fantastiska verk, sum bleiv ein av heimsins kendastu bygningum. Tann bygningurin bleiv meira enn 14 ferðir so dýrur sum ætlað. Munnu Australiubúgvar leggja so nógv í tað í dag? Neyvan.

Sjálvt um bygningsverk okkara ikki kann samanberast við operahúsið í Sydney, so fer Glasir at seta okkum á arkitektoniska heimskortið fyri eftirtíðina. Tað er heilt vist. Vit skulu beinleiðis reklamera við verkið okkara sum onnur vildu gjørt. Vit hava sikkurt øll hoyrt um Harpuna í Reykjavík.

Føroyar hava brúk fyri at verða kendar fyri annað enn Kirkjubø, fuglabjørg og at ganga í haganum, har so at siga øll eru óynskt eftirhondini.

At kostnaðurin er farin so langt við síðuna av upprunaætlanunum, fáa vit ikki gjørt so nógv við. Men vit kundu sikkurt verið betur fyrireikað og havt nakað minni ambitiónir, tá veljast skuldi út hvønn bygning man vildi hava og gjalda fyri. Men vit hava valt rættan bygning. Tað eri eg ivaleysur um. Kanska var tað gott at eingin kendi endaliga kostnaðin, tí so var hann heilt víst ikki bygdur.

Nú skulu vit gevast at við at keglast um, hvør hevur rætt ella skeivt og fáa bygningin ordiliga lidnan.

Tað hevur hann uppiborið.