Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Bygdamann í býráðið

2012-08-20 23:23

Jákup av Skarði 

Eydnast mær at gerast býráðslimur, so hugsi eg mær, at arbeiðsøkini verða býtt sundur í lokalpolitikk og felagspoltikk. Lokalpolitikkurin verður í ávísan mun politikkur, ið gagnar útjaðaranum, og sum er, sær tað út til, at tað er neyðugt, at umboð úr útjaðaranum er inni í býráðnum - umboð, ið gagnar øllum bygdunum og smáplássunum í kommununi.

Niðanfyri orði eg nakrar tankar um lokalpolitikk - nalvaskoðan vildi onkur sagt - men fyri mær er lokalpolitikkur drívmegin í teim rembingum vit fáa á bygd, í høvuðsstaðnum og vónandi øllum Føroyum!

- skúlin, dagstovnurin og Tilhaldið.
Í Nólsoy kunnu vit fegnast um, at lagt varð saman við Tórshavnar kommunu, um vit hava í huga kommunalu stovnarnar. Látrið kann við sínum arbeiði skapa karmar og menna vøggustovuøkið, barnagarð, frítíðarskúla og ungdómshús. Harafturat ber væl til at skipa tilboð fyri teimum, ið fara í skúla. Hetta kann nevnast skúlabólkur ella forskúli, alt eftir hvat samstarv vit ynskja millum dagstovn og skúla. Nólsoyar skúli, ið eftir nýggjum uppskoti einaferð skal hýsa 1.-6. flokki, er, tó at hann er farin um tey 40 árini, væl við í nýggju avbjóðingunum og kann lættliga hýsa einum tíggju næmingum afturat í hesum aldursbólki, ella í "nullta-flokki". 

Tilhaldið verður væl vitjað og gevur tilkomnum og eldri bygdarfólki mangar góðar løtur, og neyðugt er at komandi býráðslimir leggja til merkis og stimbra hesum týdningarmikla parti.

Ynskiligt er, at hesir tríggir kommunalu stovnar verða ríkaðir við einum felags ítróttarmøguleika, ið kann fremjast við at byggja fimleikahøll. Fimleikahøllin kundi til dømis verið bygd á grundina, ætlað er til svimjihyl, soleiðis at nýtilig høll verður tøk, heldur enn at vit bert síggja eina gapandi ónýtiliga grund.

Sjálvsagt eigur Steffan-savn at vera í Nólsoy og møguliga kundi hetta verið teknað inn í eina fimleikahøll.


- íbúðarútstykking, lestraríbúðir, eldrabýlið.
Fyri mong er vónleyst at keypa sær hús ella at byggja nýtt. Er hetta trupult í høvuðsstaðnum, so er upp aftur truplari á bygd - tí bankarnir stýra marknaðinum. Eg haldi, at tað hevði verið rætt at bygt lestraríbúðir á bygd, soleiðis at lesandi kundu nomið sær útbúgving í Havn og notið fríløturnar í Nólsoy, Kaldbak, Velbastað ella hinum smáplássunum.

Sum lesandi er sjálvsagt, at kamar, íbúð ella hús verða leigað so bíliga sum møguligt. Hugsi ikki, at keypstørvurin er stórur, men at ein búðleikast undir hóskandi umstøðum eitt hóskandi tíðarskeið.

Kunnu vit í høvuðsstaðnum bjóða nýútbúnum bíligan bústað, meti eg hetta er betri agn, enn tá ið mentamálaráðharrin hóttir við at broyta lestrarstuðul til lestrarlán. Her er aftur ein møguleiki hjá høvuðsstaðarøkinum at vísa á loysnir, ið landspolitikkarar og aðrar kommunur kunnu nýta til at fáa upp aftur fleiri fólk til Føroya.


- vindmylluverkætlanin.
Tíanverri tykist mær, at Tórshavnar kommuna ikki hevur verið nóg aktivur viðleikari í vindmylluætlanini í Nólsoy. Tað kann væl vera, at kommunalur peningur ikki kann fara beint inn í privat initiativ og áhugamál, men tá ið t.d. asfaltarbeiði er í sambandi við kloakkir, so hevði fyri mær verið nátúrligt at hugt frameftir og kannað tørvin á, at annað verður fyrireikað, at nýtt asfalt ikki verður grivið upp aftur beinanvegin. 

Slíkt "dupult-arbeiðið" er dømi um, at betur kundi verið lag til rættis.

Tíbetur eydnaðist felagnum at reisa vindmylluna, og mong eru spent at vita, hvussu nú fer at hepnast.

Mær tykir at besta gongdin er, at fyrisitingin vísir á møgulig vindmylluøki, ið privatpersónar síðan kunnu finna saman um at nýta sum best.


- net, sjónvarp og telefonsamskiftið.
Ein háttur at fingið ung - og kanska serliga lesandi - at búðleikast, hevði verið við at lagt kaðalar niður, soleiðis at internet, sjónvarp og telefonsamskifti flutti seg upp á nýmótans støði. 

Tað eru mong ár síðan, at tú í Finnlandi nýtti sjónvarp til bæði internet og sjónvarp, og hetta gekk skjótt fyri seg við fipurkaðali. Í Kanada er mær fortalt um telefonskipan, har ókeypis er at ringja millum húsini - henda loysnin er tíbetur nýtt her millum skúlarnar, og átti at kunna verið royndarkoyd hjá borgarum í ávísum øki, t.d. í Nólsoy.


- vetrafriðing.
Mong ilskast, og mong hava uppskot til vetrafriðing. Ymiskt er, ið verður tikið fram alment, og alt eftir hvar ein gongur, hoyrast ymsir vinklar til somu avbjóðing: "Hvussu verður best skipað fyri, at urtagarðar fáa frið fyri seyði, samstundis sum seyðurin kann hava góðar umstøður?" 

Eg hugsi, at ein góð loysn í Nólsoy ikki neyðturviliga er tann sama loysnin, ið hóskar í øðrum økjum. Ein semja í Nólsoy kann verða ein "Nólsoyar-loysn" uttan at skapa bindingar fyri onnur øki.

Fyrsta treyt er, at partar sessast aftur at tingast. 


- gøtan út á Borðuna.
Bæði fyri trygd og fyri at fara væl um í haganum, hugsi eg, at bygdargøtan út á Borðuna eigur at betrast. Hugsi mær at talmerktir "prestar" kunnu setast, ið eru við til at ferðandi væl vita, hvar tey skulu ganga og lættliga kunnu siga frá, hvar tey eru stødd, um mjørki kemur á, ella okkurt er áfatt.

Nógv ganga leiðina út á Borðuna uttan ferðaleiðara, og tí er av alstórum týdningi fyri hagan, at tað er væl sjónligt, hvussu gangast skal.

Áhugavert hevði harafturat verið at skapt umstøður, soleiðis at tey vitjandi eisini kundu notið stórbæra bygningsverkið: Vitan og húsini á Borðuni. Hetta kundi borið til, um fólk varð sett í starv at vísa fram og eisini stóð fyri at leiga tvinni hús út til listarfólk og skeiðsvirksemi.


- bátadráttur.
Fyri nøkrum árum síðani varð lovað, at bátadráttur skuldi gerast í Nólsoy. Víst varð á hóskandi øki, men so hendi ikki meir. Hjá bátaeigarum er óarbeiðsligt, at neyðugt er at nýta krana at lyfta bát á keiina, og tað sama, tá ið bátur skal aftur á sjógv. Munandi lættari hevði verið at drigið bátavogn oman og niðan.


- kommunulæknaskipanin.
Fyri nøkrum árum síðan var føst skipan, at kommunulækni var í Nólsoy ein dag aðru hvørja viku. Skipanin fór síðan á glið, og dømi var um, at tríggir mánaðir gingu, har lækni ikki var í oynni. 

Nú hevur støðan verið út av lagi í mong ár, tí onkur kommunulækni noktaði at koma til Nólsoyar, og fylgjan var, at skipanin datt niðurfyri. 

Flestu økini hava vegasamband til kommunulækna í Havn, men fyri okkum, ið framhaldandi ynskja at búgva í Nólsoy, hevði tað verið betri, um vit fingu gomlu skipanina aftur. Enn eru læknar, ið vita, hvussu torført tað kann vera hjá eldri fólki at fara um fjørðin, og tí hugsi eg, at avtala kann gerast, soleiðis at vit koma aftur til gomlu og tryggu skipanina. 

...felagspolitikkin seti eg nøkur orð á í næstu grein.


Jákup av Skarði