Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bústaðir fyri C - atgongd til eitt heim

2019-08-22 10:48

Stóri bústaðartørvurin er ein av størstu avbjóðingunum í dagsins samfelag. Okkara bústaðarmarknaður er alt ov avmarkaður, og nógv fólk hava ongan livandi kjans at fáa atgongd til eitt heim, har tey kunnu búgva og liva sítt lív.

Vit mugu og skulu syrgja fyri, at fleiri fólk fáa atgongd til ein hóskandi bústað. Og tørvirnir eru júst so ymiskir, sum vit menniskju eru fjølbroytt. Summi hava tørv á búfelagsskapum, tí tey ikki megna ella ynskja at búgva heilt sjálvi. Onnur hava tørv á góðum almennum leigubústøðum, tí tey ikki hava fíggjarorku til tær høgu húsaleigurnar í dag. Og uppaftur onnur ynskja at finna eitt minni heim, tí húsini eru vorðin ov stór.

Vit mugu syrgja fyri, at eisini fólk við lágari inntøku, lesandi, støk foreldur, ungar barnafamiljur, førleikaskerd og eldri hava møguleika at vera við í herdu kappingini um tak yvir høvdið. Meðan húsaprísirnir í høvuðsstaðnum eru himmalhøgir, er tað ógjørligt at fáa fígging til at keypa hús uttanfyri miðstaðarøkið.

Bústaðarpolitikkur er ein samfelagslig ábyrgd, og ein aktivur almennur bústaðarpolitikkur er eitt sjálvsagt mál fyri Javnaðarflokkin.

Fái eg møguleikan, vil eg virka fyri, at vit fáa fjølbroyttari bústaðartilboð, og at eisini fólk við skerdum førleika og láglønt hava møguleika at fáa eitt heim.

Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið