Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Bústaðarpolitikkur og bústaðarmentan í Føroyum

Sosial- og almannapolitikkur -

Føroyar eru á bústaðarøkinum 20-30 ár afturútsigldar, hvat viðvíkur slag og nøgd av bústøðum. Hetta er serliga komi til sjóndar nú vit hava upplivað ein búskaparvøkstur og arbeiði til allar hendur, og harvið ein fólkavøkstur og serliga stóra tilflyting til høvuðsstaðin og onnur størri øki í landinum. Tórshavnar kommuna er undir trýsti og politiski panikkurin hevur sum vanligt breitt seg við skilaleysum loysnum. Men, hví er so lítið hent og hvør hevur sovið í tímanum?

Søguligt um bústaðarbygging

Bústaðarbygging hevur gjøgnum allar tíðir havt sera stóran týdning fyri trivnaðin og heilsustøðuna í einum samfelag, øki, býi ella bygd - ein grundarsteinur undir einum demokratiskum vælferðarsamfelag.

Vit kunnu fara heilt aftur til ídnaðarkollveltingina í Onglandi, tá henda í 1810 tók dik á seg, tá varð tosað um týdningin av, at arbeiðarar og familjur høvdu hóskandi bústaðir - ein grundleggjandi tørvur eins og sunnur matur.

Í fleiri evropeiskum londum átók staturin sær hesa uppgávuna, av tí, at støðan var so vánalig og uppgávan sera umfatandi at loysa í teimum stóru býunum. Málið var skjótt at lyfta bústaðarumstøðurnar og bygging á eitt hægri støði. Leikluturin hjá tí almenna var at skapa karmar, stykkja út og útvega fíggingarmøguleikar.

Uppgávan at menna bústaðarmarknaðin kundi við táverandi útgangsstøði ikki yvirlátast til onkran tilvildarligan og taka ov langa tíð, við tí avleiðing tað fór at fáa fyri trivna og heilsu hjá íbúgvunum.

Í Føroyum kenna vit sama tørvin innan útbygging av undirstøðukervinum, t.d. vegir og tunlar, og har tað almenna hevur átikið sær hesar fíggjarliga tungu uppgávuna fyri at gjøgnumføra eina skjóta menning av undirstøðukervinum. Annað gott dømið er stovnanin av Íleggingargrunnum fyri Føroyar, sum hevur verið við til at tryggja eina skjóta menning av samfelagnum, t.d. fígging av útbyggingini av fiskivinnuni og flogvøllinum.

Tað er fyrst og fremst búskaparvøkstur, arbeiðspláss og inntøkumøguleikar, sum hava stóra ávirkan á til- og fráflyting og bústaðarmynstur. Vit kenna øll til sokallaðu urbaniseringina, har fólk runt um í øllum heiminum leita sær til størru býirnar fyri at fáa eitt arbeiði. Henda urbanisering hevur fyri langari tíð síðan rakt okkum í Føroyum, og vit hava sæð ein eksplosivan vøkstur í tilflytingini til Havnina.

Tí kann tað undra, at so lítið av politiskum átøkum eru gjørd fyri at taka hædd fyri tí menning, sum øll eru ávara um ferð eftir ferð. Í politisku skipanini sær ikki út til, at nakað munagott verður gjørt fyrr enn vit hoyra, at fólk eru komin hartil nærmast at liggja á gøtuni.

Hví eru vegir, tunlar og havnir raðfestar framum bústaðarmenning ella raðfest heilt øðrvísi?

Mann kann ikki lata vera við at hugsa um, at vit í Føroyum ofta hava kunna útflutt okkara sosialu trupulleikar til Danmark, t.d.  fólk, ið bera brek fyri nøkrum árum síðani send til Danmarkar og í nýggjari tíð einligar mammur, sum bara mugu stinga upp í sekkin og flyta til Danmark vegna vánaligar bústaðarmøguleikar.

Bústaðarpolitikkur í Føroyum

Landsstýrið fekk á fyrsta sinnið ein orðaðan bústaðapolitikk í 2012. Har stendur m.a.:

“Endamálið við Bústaðapolitikki Landsins er, at flest øll skulu vera sjálvhjálpin og við sínari inntøku sjálvi fáa til vega egnan bústað. Neyðugt er, at útboðið av bústøðum og kostnaðurin eru á einum støði, so fólk - uttan mun til, hvar tey eru í lívinum - fáa nøktandi heim í mun til teirra tørv.

Bústaðarmarknaðurin skal vera fjøltáttaður og dynamiskur og skal møta tørvinum hjá tí einstaka: ungum, lesandi, støkum, barnafamiljum, eldri og fólki við serligum avbjóðingum.” Les meira her: Bústaðarpolitikkur Landsins

Eftir hesum politikkinum at døma, skulu hesi øki raðfestast - Bústaðasosialur tørvur og Bústaðir til fólk, ið bera brek.

Tá hesin bústaðarpolitikkur varð orðaður var bústaðarneyðin stór og í sjónligum vøkstri. Tað er viðkomandi at viðmerkja, at samtundis sum hesin tørvur týðuliga kann staðfestast seinnu árini og lítið og onki munagott verður gjørt, so verður samstundis politiskt raðfest ovalaga at fáa føroyingar ella útisetar at flyta heim til Føroya.

Tað eru nú 6 ár síðan, at hesin bústaðarpolitikkur varð orðaður og vit hava í sama tíðarskeiði upplivað stóran búskaparvøkstur og tí tilflyting og íbúðarneyðin er ongantið so stór sum nú. Ein kann spyrja seg sjálvan, hvat ítøkiliga er hent politiskt í hesum tíðarskeiðinum.

Politiskt er tað hent, at Húsalánsgrunnurin, ið nú er Føroya Bústaðafelag, er eitt av bústaðapolitisku amboðunum, ið skal viðvirka til at fremja Bústaðapolitikk Landsins í verki. Føroya Bústaðafelag hevur í hesum tíðarskeiðnum bygt umleið 250 íbúðir runt um í landinum.

Tá hugsað verður um samlaða tørvin í landinum eftir bústøðum uppá einar 2.000 íbúðir, so er tað heilt einfalt ikki møguligt hjá Bústøðum at nøkta henda tørvin.

Bústaðarmentan í Føroyum

Tað er heilt týðuligt, at bústaðarpolitikkur og bústaðarmenning, sum vit kenna tað úr øðrum londum, er raðfest heilt øðrvísi enn alt annað, sum tað almenna velur at útbyggja og hava ávirkan á umvegis lóggávu og stovnar.

Orsøkin er uttan iva gamla føroyska bústaðarmentanin um sjálvi at seta føtur undir egið borð. Hetta bar betri til fyri nógvum árum síðani úti kring landið og Havnina við tøkum lendi og jørð til privat grundstykkir pr. hús uppá 600-800 m², og tað bar til fyri tey, sum høvdu góða og trygga inntøku. Í hesum sambandi varð settur í verk rentustuðulin til sethúsabygging.

Men Havnin er seinastu 20 árini vaksin so mikið nógv, at tradiónella bústaðarmentanin ikki longur kann lata seg so væl gera og er ómøgulig fyri ávísar samfelagsbólkar. Tað kostar í løtuni umleið 2,5-3,5 mió. kr. at keypa sær eini vanlig hús í Havn, og fyri at byggja í Havn skalt tú útvega tær eitt grundstykki fyri umleið 1 mió. kr. - og hava innistandandi ella eina eginogn uppá einar 500-700 tús. kr. sum startkapital.

Í Tórshavn eru seinastu árini bygdar íbúður, tó við ymiskum úrslitinum og hepni - men tørvurin er enn ovurstórur á alternativum bústøðum, annað enn bygging ella keyp av sethúsum, og eini 2.000 fólk standa á bíðilista kring landið og serliga nógv í Havn. Tað eru heilt einfalt ikki bústaðir til allar borgarar í Havnini og við einum úrvali, sum hóskar til ymiskar málbólkar ella samfelagsbólkar, t.d. einligar mammur, lesandi og eldri.

Í dag eru stórar avmarkingar við tøkari jørð til privata setahúsabygging, sum vit hava kent tað - og prísurin er langt frá fyri vanligar inntøkur.

Politiski myndugleikin hevur ábyrgdina

Politiskir myndugleikar, land og kommunur arbeiða í hvør sínum lag og óskipa - landið hevur higartil ikki megna at samskipa landins bústaðarpolitikk, við at hava skráir, sum kunnu útvega upplýsingar um bústaðareftirspurningin/ tørvin, heimila modellir fyri bústaðarbygging (slag av íbúðum) og lógaramboð til eina dygdargóða, trygga og støðuga bústaðarbygging - til ein kostnað, sum er rímuligur ella hóskandi.

Tað er onki at ivast í, at tað fyrst og fremst er politiska skipanin, bæði land og kommunur, sum hava sovið í tímanum og ikki skapt neyðugu karmarnar í góðari tíð.

Tað, sum nú hendir er, at panikkur er komin í politisku skipanina og tí verður yvirbjóðað við uppskotum um at loysa bústaðarneyðina - nøkir góð, nøkur minni góð og nøkur skilaleys uppskot.

Johan Dahl

RN