Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Búskapur

2019-01-30 20:46

Fyri at menna grundhugsanir um politikk og búskap, eri eg av tí uppfatan at ein má hava áhuga í at gera sær tankar um, hvussu vit eru sum menniskju og útfrá tí kunnu vit ímynda okkum hvussu eitt samfelag eigur at vera samansett fyri at vera til mest møguligt gagn fyri øll.

Búskaparfrøði er ein bólkur undir samfelagsvísindum, ið hevur verið nógv granskað seinastu fleiri hundrað árini. Hendan vísindagreinin hevur ógvuligan nógvan týdning fyri politikk og búskap hetta sama tíðarskeið.

Búskaparfrøði fortelur ikki, hvussu tú tjenar pengar ella kanst forskriva nær kursurin fer upp ella niður.

Ein lýsing av búskapi er: Framleiðsla og fordeiling av vørum og tænastum í samfelagnum. Hendan lýsing eigur at strekkja seg enn longur. Tí veruleikin er, at tað altíð kemur at vera avmarkað tilfeingi.

Bretski búskaparfrøðingurin Lionel Robbins orðaði seg soleiðis.

Búskaparfrøði er gransking innan fordeiling av avmarkaðum tilfeingi, ið kann nýtast til fleiri endamál.

Við øðrum orðum. Búskaparfrøði kannar avleiðingarnar fyri avgerðum, ið verða gjørdar fyri nýtslu av landi, sjógvi, kapitali og øðrum tilfeingi, ið samanlagt gevur eitt ríkidømi, sum avger livistøðið í landinum.

Avgerðirnar og avleiðingarnar eru oftani týdningarmiklari enn tilfeingið sjálvt. Summi lond, sum t.d Japan og Schweiz hava lítið av náttúrutilfeingi, men sera høgt livistøði. Hinvegin hava Uruguay og Venezuela sera nógv náttúrutilfeingi per íbúgva, men lágt livistøði.

So hvar liggur Føroyaflokkurin í mun til búskaparliga “hugsjón”, um vit kunnu orða okkum soleiðis. Hvør er búskaparpolitikkurin?

Fyri at kóka tað nógv niður, so kunnu vit siga at í høvuðsheitum eru tað fýra stórir “skúlar” fyri búskaparlig ástøði, ið hava hevjað seg.

Vit hava marxistiska ( Karl Marx v.m ) skúlan, sum er fyri tað mesta fyri statsligum kontrolli og ognarskapi. Síðan hava vit keynesianska skúlan ( John Maynard Keynes v.m) skúlan sum er fyri statsligum inntrivum at stýra og regulera búskapinum.

So hava Chicago-skúlan, sum er fyri avmarkaðum stati og minimalum inntrivum í fría marknaðin. Og til seinast hava vit eysturríkska skúlan sum er ímóti øllum inntrivum í fría marknaðin (laissez-faire) og fyri einum sera avmarkaðum stati.

Tá ið tað kemur til búskap, so hella vit bæði til eysturríkska skúlan og Chicago-skúlan. Niðanfyri royni eg at gera eina mynd av, hvat skúlarnir standa fyri.

Meginreglur fyri eysturríkska skúlan

Prinsipp, ið skúlin arbeiðir eftir:

  • Granskan av menniskjaavgerðum (human action). Hugt verður eftir avgerðunum hjá einstaklingum og ikki avgerðunum hjá bólkum. Øll menniskju taka egnar avgerðir útfrá teirra fortreytum. Granska verður ikki í tí sálarfrøðiliga partinum.

  • Orsakasambandssýni av búskapinum (causal view). Tað einasta, sum fær nakað at henda í búskapinum, eru avgerðirnar hjá menniskjum.

  • Virði er altíð subjektivt; tað er upp til altíð upp til einstaklingin, hvat hann metir at virðið er.

    • Vart tú í oyðimørkini og vart við at doyggja av tosta, so hevði tú nokk givið nógvar pengar fyri eina fløsku av vatni. Hinuvegin, vart tú júst liðgur at drekka ein litur av vatni, hvat hevði tú givið fyri tað?

  • Gloyma ongantíð, at tíðin hevur ómetaliga nógvan týdning

  • Vraka støddfrøðilig modell. Skúlin vrakar nýtsluna av støddfrøði, tí út frá omanfyristandandi prinsippum ber ikki til at forútsíggja hvat einstaklingar kunnu og kunnu ikki gera. Og so er tað eisini ómetaliga torført at fyriskriva nakrar konstantar í veruliga heiminum, tí at alt broytist so skjótt.

Íkastið til búskaparfrøði frá eysturríkska skúlanum:

  • Marginal nytta (virði er subjektivt)

  • Møguleikakostnaður (Opportunity cost): hvat missir tú við at velja møguleika A framm um B. Hesi ivamál gera øll menniskju fleiri ferðir um dagin, viga fyrimunir og vansar, møguleikar og avmarkingar.

    • Dømi: Skal eg keypa nýggjan ella brúktan bil? Keypi eg nýggjan, so skal eg rinda meira. Men keypi eg tann gamla, so eru hægri sannlíkindi fyri at eg skal nýta meira pengar uppá viðlíkahald. Skal eg fara í biograf ella studera til skúlaroyndina í morgin? Fari eg í biograf, so hevur tað nokk ringa ávirkan á royndina í morgin.

  • Tíðarpreferansa (time prefrence). Um eg bjóði tær 100 kr nú ella 100 kr um ein mánað, so hevði tú nokk tikið av at fingið ein 100 kr seðil nú. Men hvat um eg bjóði tær at fáa 100 kr í dag ella 200 kr um ein mána, hvat hevði tú so valt? Velur tú 100 kr nú, so hevur tú eina høga tíðarpreferansu , velur tú 200 kr um ein mánað, so kallar man tað eina lága tíðarpreferansu .

  • Eysturríkska konjukturástøðið, ið ásetir at pengapolitikkur hjá sentralbankum hevur ávirkan á konjukturin. Ein kunstiga lág renta førir við sær, at fleiri langtíðarinvesteringar vera gjørdar í mun til stuttíðarinvesteringar. Tað merkir at tað eru fleiri feilinvestingar. Tá ið rentan einaferð fer uppaftur, reagerar búskapurin natúrliga upp broyttu viðurskiftini, og tað merkir stígur ella afturgongd (lágkonjuktur).

  • Prísásetingartrupulleikin (Economic calculation problem) er ástøði framsett av Ludwig von Mises og ásetir, at uttan ein frían marknað ber ikki til hjá sosialistiskum stýrum at útluta ressursir (vørur, tænastur, tilfeingi v.m.) á ein effektivan hátt, tí at príssignalini eru burtur. Prísur hevur ein týdningarmikla funktión, prísur er eitt signal millum framleiðara og keypara, ið inniheldur informatión um hvussu allokering av resursum í samfelgnum vera mest effektivt brúkar . Hann fyriskrivaði hendan trupulleikan longu í 1922 og fekk rætt í hesum ástøði komandi 80 árini, meðan eitt sosialistiskt stýri fyri og annað eftir fall í 20’indu øld.

  • Vitanartrupulleikin er nakað tað sama sum prísásetingar trupulleikin, men víðkað til nærum allar avgerðir sum vera tiknar av sentralum valdshavara. Ástøðið ásetir, at vitan er spjadd millum øll fólkini í samfelagnum, og ein einstakur (ella bólkur) er førur fyri at samla ta neyðugu vitanina fyri at taka avgerðir, ið bara eru nøkulunda rættar. Ein av trupulleikunum er kostnaðurin av at skaffa vitan er ómetaliga høgur fyri ein sentralan planleggjara. Umframt skulu avgerðir takast í rættari tíð. Tey, sum hoyrdu stjóran á Bakkafrosti í morgunsendingini hjá KvF 30. januar, hoyrdu, at hann segði tey leggja dent á at desentralisera avgerðir og skaffa so góð fólk sum gjørligt. Tað merkir at at Bakkafrost nýtir sera lítið av orku uppá at flyta informatión upp til leiðslur at bíða eftir einari avgerð. Tey vita væl av, at vitanin liggur hjá starvsfólkinum.


Meginreglur fyri Chicago-skúlan

Prinsipp, ið skúlin arbeiðir eftir:

  • Gransking innan fordeiling av avmarkaðum tilfeingi, ið kann nýtast til fleiri endamál.

  • Vísindalig áskoðan á búskapin

  • Er bygd uppá data/hagtøl

  • Ger nýtslu av støddfrøðiligum modellum.

Íkastið til búskaparfrøði frá “Chicago-skúlanum”

  • Mongdarástøði av pengum. (Quantity theory of money) fyriskrivað av Milton Friedman, ið ásetir at mongdin av pengum í samfelagnum ásetir prísirnar. Milton meinti, at heimskreppan í 1929 var orsakað av, at staturin helt pengamongdini niðri og at statslig uppíblandan gjørdi, at kreppan helt á í 12 ár.

  • Áseta í sínum modellum at menniskju eru rationell, sum í sær sjálvum er ikki altíð er rætt. Tí at vit menniskju eru ikki altíð rationell. Til dømis “Rotten kid”-ástøðið hjá Gary Becker: Tvey syskin fáa 50 kr í part um vikuna í lummapengum. Men tað eina barnið argar hitt illa. So næstu ferð fær annað barnið 100 kr og hitt onki. Hetta er ikki rationelt, tí nú verður straffur lagt á at arga og vinningur lagdur á at vera offur.

  • Fangaskapur av eftirliti. Tá ið landið upprættar stovnar til at hava eftirlit, so eggjar tað teimum at vaksa langt út um tað, ið upprunaliga varð sett sum endamál.

  • Feilir/kreppur skaptar av landinum (Government failure) ástøðið hjá James M. Buchanan. Oftani verður fríi marknaðurin lagdur undir at vera orsøk at skapa kreppustøður. Buchanan vísir á, hvussu tað sum oftast er landið sjálvt sum skapar feilir/kreppur. Í Føroyum hava vit eitt gløðandi dømi, har politiska skipanin tók fiskivinnuna úr fría marknaðinum í 1975, og saman við nógvum skilaleysum avgerðum tey komandi 15 árini endar tað við, at landið fer so logandi á húsagang í 90’unum.


Samanumtikið

Chicago-skúlin verður meira studeraður sum vísindi, sum t.d alisfrøði. Tað er gott at kunna stuðla seg við hagtølum og modellum. Men tað skerst ikki burtur at mátin at granska og íkastið frá eysturríkska skúlanum er ógvuliga intuitivur og gevur nógva meining. Skúlarnir eru ógvuliga líka á fleiri økjum, m.a:

  •     Eru fyri fríum marknaði.
  •     Eru ímóti sosisalismu,
  •     Eru móti statsligara uppíblanding og regulering,
  •     Viðurkenna vitanartrupulleikan og nýta hann í sínum analysum.

Keldur:

Thomas Sowell - Basic Economics

https://da.wikipedia.org/wiki/Den_%C3%B8strigske_skole#%C3%98strigsk_konjunkturteori

https://en.wikipedia.org/wiki/Austrian_School

https://en.wikipedia.org/wiki/Economic_calculation_problem

Regin á Bakka í KvF https://kvf.fo/gmf?sid=90600


14.03.2019 - Fólksins ogn

01.03.2019 - Leiguloft ella tak yvir høvdið?

23.02.2019 - Krossferðin ímóti kannabis

18.02.2019 - Meðan vit bíða eftir nývali

09.02.2019 - Frælsi frá kúgan

03.02.2019 - Frælsi frá at rinda kringvarpsgjald

30.01.2019 - Búskapur

19.12.2018 - Tjóðveldis-ravnarnir

08.12.2018 - Kleptoman-landskassi

27.11.2018 - “Tey ríku” og “tey fátæku”

26.11.2018 - Vitanartrupulleikin

11.11.2018 - Visiónin hjá teimun salvaðu