Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Búskapur og arbeiðspláss - Eisini Game Jam Føroyar!

2015-01-23 05:35

 Tað er týdningarmikið, at vit hava ein sterkan og vaksandi føroyskan búskap. Eitt av amboðunum, at røkka hesum máli, er arbeiðspláss. Tað er umráðandi, at vit politikkarar skapa góðar karmar og gróðrarlíkindi fyri eini vaksandi mongd av arbeiðsplássum, serliga innan privata vinnugeiran. Ein vinnugeiri er t.d. framleiðsla av telduspølum, appum o.t. Ein vinnugeiri, sum í stóran mun hugtekur og dregur tey ungu og og dynamisku fólkini. Vistu tit, at hesin vinnugeiri t.d. er 10 ferðir størri enn allur heimsmarknaðurin innan alilaks? Vistu tit, at í hinum norðanlondunum eru nógv arbeiðspláss og stórar inntøkur í hesum vinnugeiranum?

Onkur dømi:

Land

Spæl/app

Árlig inntøka (DKK)

Ísland

Finnland

Svøríki

Danmark

Norra

EVE Online

Angry Birds

Minecraft

Limbo

Wordfeud

400 mió.

900 mió.

500 mió

50 mió.

40 mió.

Útflutningurin av telduspølum og appum er talgiltur og ómaksleysur, og innflutnings- og rávørutørvurin er nærum eingin. Meir ella minni allur umsetningur fer í arbeiðspláss og yvirskot.

Er hetta so nakað fyri okkum í Føroyum? Jú heilt vist, hetta er líka til høgrabeinið og ein frálíkur vinnugeiri, serliga tá hugsað verður um vinnu og arbeiðspláss til yngru ættarliðini.

Game Jam Føroyar er eitt samstarv ímillum Íverksetarahúsið og Føroya Tele, sum verður hildið eina ferð um árið. Tiltakið er ein workshop, har øll, sum vilja og hava hug, kunnu koma og royna seg innan telduspælframleiðslu. Workshoppin er 48 tímar út í eitt, og málsetningurin er at náa so langt, sum gjørligt í byrjunarfasuni av at skapa eitt spæl. Mann kann hyggja upp á tiltakið sum eina roynd at vekja tankar og hugskot, sum luttakararnir so kunnu arbeiða víðari við.

Fyri at styrkja um møguleikarnar fyri at okkurt skuldi kunna spurt burturúr, og at onkur veruliga kom í gongd, og fyri at skapa karmar fyri, at hesin vinnugeiri kundi fáa fótafesti í Føroym, legði eg á vári í 2013 uppskot fyri Løgtingið hesum viðvíkjandi.

Uppskotið skuldi geva Íverksetarahúsinum karmar og møguleikar fyri at hava Game Jam hugtakið koyrandi alt árið í einum minni formati. Uppskotið varð samtykt, og í dag hevur Íverksetarahúsið skapt fastar karmar í Tórshavn, har arbeitt verður innan mennig av telduspølum og appum.

Komandi vikuskiftið verður aftur árliga Game Jam Føroyar tiltakið. Tað er ómetaliga gleðiligt og hugtakandi at síggja, hvussu stór menningin er á økinum.

Vistu tit, at tað nú eru fleiri ungfólk búsitandi í Føroyum umframt smáar vinnufyritøkur, sum eru í ferð við ella eru komin í gongd í hesi vinnu?

Staðfestast kann, at telduspælframleiðsluvinnan er nú eisini komin til Føroya og er í støðugari menning. Hetta fegnist eg nógv um. - Vit høvdu onki at tapa og alt at vinna.

Tað sær út til, at vit í hesum føri fara at vinna okkurt. Hetta fer, í byrjanini sjálvandi í smáum, at skapa fleiri arbeiðspláss og størri bruttotjóðarúrtøku. Alt ger mun, og eru vit dugnalig og áhaldandi, er møguleiki fyri, at hesin geirin kann fara at geva eitt ítøkiligt ískoyti til bruttotjóðarúrtøkuna.

Vilja tit síggja eitt dømi um tílíkar føroyskar íverksetarar, sum eg í mínum innleggi hugsi um, so fylg niðanfyristandandi youtube leinkju sum NORA hevur framleitt.

http://youtu.be/4nnczK_KJYs

Hesin hevur skapt sær sítt egna arbeiðspláss, hevur egið virkið. Búskaparliga ávirkar hesin einstaklingurin bruttotjóðarúrtøkuna og handilsjavnan positiva vegin.

Hetta er gull vert fyri samfelagið!


Janus Rein

Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin