Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Burkain á Fanø

Hvussu vil Jógvan Skorðheim og javnbjóðis stokkonservativir islamofobar megna at steðga kvinnubúnaðin á Fanø? Og ikki er talan um muslimar men vanligar kristnar danir.
Vísir bara hvussu tollutir føroyingar eru blivnir. Leggja eftir kúgaðum muslimskum kvinnum fyri at rættvísgera egnu ómegd og avdúking av manglandi virðing fyri øðrum fólkasløgum. Og ikki finnist ein einasti muslimur við burka ella niqab í Føroyum, men at síggja trøll á alljósum degi - slíkt megna huldufólk og primitivar verur sum Jógvan Skorðheim. Populisma og dyrkan av sjúkligum átrúnaðarligum atburði hava vit ríkiligt av, men at ein borgarstjóri skal ríða so niðarliga, hevði eg ikki rokna við. 

Kári Thomsen