Burgarabarr í miðbýnum!
2012-10-07 02:37
Hvussu SKULU vit nú fáa lív í aftur handan miðbýin?? Jú, vit gera eina kommunala burgarabarr í miðbýnum og geva øllum borgarum, sum koma hagar, ein ókeypis burgara. Og so kunnu vit, umframt ein borgarstjóra, eisini hava ein BURGARAstjóra.
Nei tvætl, eg lúgvi alt! Men kortini ljóðar hetta uppskotið ikki serliga langt úti í mun til onnur uppskot, sum hava verið løgd fram av politikkarum, sum seinastu árini faktiskt hava sitið og stýrt hesum býnum. Vit hava hoyrt talan um djóragarð, baðiland, golfvøll og annars endaleysar røðir av ítróttarligum hentleikum. Men bíða nú, tað skal nokk koma - og okkurt av tí skal kanska heldur vera privat enn alment.
Míni ørindi í kommunalpolitikki eru einføld og ósjálvsøkin - og eg ætli mær ikki at lova gull og grønar skógir til hetta býráðsvalið, hvaðna minni at veittra við trygdarleysum kekkum til fólkið. Mín politikkur fer ikki at hava við sær, at skattaborgarin fær eina eykarokning. Býráðspolitikkur fyri meg snýr seg í stóran mun um raðfestingar av kommunalum skattapengum. Tað, eg vil, er at býráðið í nøkur ár fram raðfestir eitt sindur øðrvísi enn higartil, nevniliga íløgur í miðbýin frammarlaga - uttan at hetta nýtist at merkja, at annað skal lúta. Á tann fáa allir skattaborgarar sín ágóða av pengunum.
Hví? Tí tað hevur jú stóran týdning, hvussu vit miðsavna orkuna í býnum. Hava vit ein sterkan miðbý, fer hesin at virka sum drívmegi fyri restina av býnum, ja, fyri alt landið.
Meir um hetta seinni.
Leivur Thomsen, valevni fyri Tjóðveldi