Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Burðardyggar P-bøtur

2019-04-12 18:17

Pappír, ið vatn ikki rínur við, er sonevnt termopappír, ið er viðgjørt evnafrøðiliga við Bisphenol A ella Bisphenol S. Bæði evnini eru kend fyri at vera hormonórógvandi og at hava neiðig og álvarsom árin á heilsuna. Serstakt er talan um at kvinnur við barn, ikki eiga at koma nærhendis hesum evnum. ES hevur samtykt at bannað Bisphenol A fra januar 2020, men vísir seg at sambærliga evnið Bisphenol S hevur somu heilsuskaðiligu árin. Árin eru m.a. heilaskaðar, vánaliga sáðgóðsku, ovurfiti og neilig árin á brost hjá báum kynum.
Danska HK Handel hevur mælt kvinnum við barn, ið arbeiða við kassan í sølubúðum, at fáa læknaváttan fyri at verða frítikin fyri arbeiði - og við løn.
Sama termopappír finnist í pappbikørum, í bakipappíri og pitsbakkum. Flourevni og phalatir verða eisini brúkt at fyribyrgja vætu á pappír og papp, og eisini hesi evnu eru at rokna sum sera heilsuskaðilig.
Bisphenol A finnist eisini í dósamati har tað skal fyribyrgja at matvøran ikki kemur í samband við metallir.
Hvusssu nógv burðardygd skal finnast í plastlummum til P-bøtur kann ivast nógv í tá tikið verður við ovurstóra dálkingin frá græslíkisvøllum og mikroplastdálking frá alivinnuni. Men sjálvandi...nú stundar til val...og eitthvørt meira og minni PR-stunt skal finnast....har orðið burðardygd, sum ikki einaferð, er frammi sum best ber til.
At hugsa eitt vet longur, at eingin kemikaliulóggáva enn er at tøk í landinum, er allarhelst trupult tá sjónarringurin ikki røkkur longur enn til plastlumman til P-bøtur.

Pipar og Salt er gott skemt og avgjørt burðardygt, men skemtið ella mangul uppá sama, um so kann sigast, hjá Tórshavnar Kommunu, er meira tarnakrympandi enn gott er – og serstakliga tá tað eisini skal eitast at verða burðardygt.

Kári Thomsen