Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Burðardygd matsjálvbjargni í Føroyum

2022-04-11 11:15

Fríggjadagin og Leygardagin vóru vit at sera áhugaverdari og viðkomandi ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, sum kallaðist MATVIT.

Ráðstevnan Matvit sprettur úr einum ynski um at skapa vitan og kjak um, hvussu vit røkka burðardyggum matsjálvbjargni í Føroyum.

Hesin spurningurin hevur kanska ongantíð verið so aktuellur sum nú. Veðurlagskreppan, alheimsfarsóttin og nú kríggið í Ukraina eru greið dømi, um hvussu stóran týdning tað hevur, at okkara matskipan verður meira sjálvberandi.

Í ár varð sjóneykan sett á burðardyggleikan í landbúnaðinum, og í stóra týdningin, at taka útgangsstøði í tí veruleika, sum bøndur og onnur, ið fáast við landbúnað, liva og virka í, og tí vitan og teimum royndum, sum hesin samfelagsbólkur hevur um evnið.

Umframt kveikjandi framløgur og pallborðsfundi, varð eisini skipað fyri verkstovum, har útvald evnir vóru viðgjørd og um burðardygd í landbúnaðinum, og sum hava almennan matpolitiskan áhuga.

Tað er eingin loyna, at vit hava eina rúgvu av góðum fólkum, sum vilja nakað, men tað er heldur eingin loyna, at politiski viljin og ambitiónirnar eru ikki serliga greitt at hóma í skipanini.

Matvøruspill og matvøruoysl er eisini eftir mínum tykki, ikki at gera nakað, t.v.s um vit hava møguleikan til t.d. at velta eplir og meira, og velja ikki at gera nakað við tað, so er tað eisini spill, nevniliga hugburðsspill.

Politiska skipanin eigur at seta nógv størri fokus uppá henda spurningin og eigur so avgjørt at eggja fólki og potentialum vinnuspírum innan landbúnaðaryrki til at fáa nógv meiri burturúr eginframleiðslu av ymiskum landbúnaðarvørum.

Fólkaheilsa, matspill, matoysl, sjálvbjargni, burðardygd eru alt mál vit eiga at seta nógv størri fokus á, tí hetta er gott fyri Føroyar og føroyingar.

Í fleiri londum kring okkum, eggjar man fólki júst til hettar og saman við fíggjarligum stuðli, eggjar man at til hugburðsbroyting millum manna.

Eitt ítøkiligt uppskot, politiska skipanin kundi arbeitt við, var at frítaka allar føroyskt framleiddar landbúnaðarvørur fyri meirvirðisgjald, so sum seyðakjøt, neytakjøt, stráfóður, grøntmeti vm. Ein slík skipan hevði avgjørt stimbra framleiðsluna og hjálpt munagott til, at vit kundu flutt okkum skjótari og nærri til eitt burðardygd matsjálvbjargni í Føroyum.

Gleðiligar páskir øll somul