Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Broyting í forsorgarlógini

2013-12-17 22:29

Góði lesari

Mín áheitan til tín er, at tú setur teg eina lítla løtu og lesur hetta. Um brævið sigur tær nakað, skrivar tú ein stuttan og greiðan e-post til Almannamálaráðið. Í postinum skal standa, at tú ynskir at eggja Almannamálaráðnum til so skjótt sum gjørligt at fáa gjørt eina virðiliga lógarheimild í forsorgarlógini, sum eisini er galdandi fyri tey sum eru millum 18 og 67 ár.
Nú skulu vit lyfta í flokk og øll skriva samstundis, so vit vera hoyrd.
Vinarliga skriva til amr@amr.fo til landstýriskvinnuna Anniku Olsen
Um tú ikki vanliga skrivar t-post, kanst tú skriva eitt heilt vanligt bræv og senda tað til Almannamálaráðið, Eirargarður 2, FO-100 Tórshavn.

Mamma og Ólavur
Mamma, Malena Arnholdsdóttir, Skáli, tók Ólav heim av bústovni fyri 4½ ári síðani. Hon tók hann heim, tí Ólavur ikki hevði tað nóg gott. Medicinnýtslan var alt ov stór, Ólavur hevði nógv og hørð anføll og gekk runt sum ein zombii.
Mamma ráðførdi seg við ein psykiatara um at fáa medicinnøgdina niður, og psykiatarin helt, at tað var eitt gott hugskot. Bústaðið har Ólavur búði, vildi tó ikki vera við til at trappa medicinið niður.

Ólavur hevur fingið tað nógv
, nógv betri , síðani hann kom heim, og medicinnøgdin er nógv niðursett.
Hann hevur eitt arbeiði, sum hann er stoltur um at hava, og hann hevur ein góðan gerandisdag.

Mamma hevur onga løn fingið nú í 4½ ár. Hon var noydd at fara í farloyvi frá arbeiði sínum á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi, tí Ólavur krevur
, at ein er um hann alt døgnið.

Mamma hevur roynt at fingið samsýning fyri mista inntøku, men tað letur seg ikki gera, tí tað manglar ein lógarheimild í Føroyum. Tað er ikki møguligt at fáa samsýning fyri at ansa eftir einum
, sum er millum 18-67 ára gamal. Tað einasta , mamma hevur fingið, er ein røktarviðbót.

Málið er langt og mamma, Javni og sakførari hava verið inni í málinum. Tað steðgar tó altíð
, tí ein lógarheimild manglar.
Nú hava mamma og Ólavur klárað seg við hansara pensión í 4½ ár, og pensiónin røkkur bert til tað bráðneyðuga.

Almannastovan kann ikki bjóða Ólavi hóskandi búpláss fyrr enn teir nýggju bústaðirnir í Eysturoynni eru klárir, so mamma sleppur ikki til arbeiðis enn á sinni.

Hetta er eitt brot úr okkara søgu.

Støðan í Føroyum um tann, ið ber brek, er eldri enn 18 ár og yngri enn 67 ár
Mangar mammur og pápar í Føroyum og onnur við, hava millum ár og dag átikið sær at ansa einum kærum
, ið ber brek. Tey hava valt at ansa eftir tí kæra heima, tí ikki fanst nakað hóskandi búpláss.
Eg tosaði í gjár við tvær systrar
, sum høvdu ein beiggja , sum var skizofrenur. Mamma teirra hevur ansað eftir beiggjanum í nógv ár og kundi ikki fara til arbeiðis. Mamman fekk onga løn, tí sum sagt manglar ein lógarheimild í Føroyum, sum hevði gjørt tað møguligt.
Summi eru farin til Danmarkar í sjúkraørindum við einum barni
, sum ber brek, og sum er eldri enn 18 ár. Mong hava fingið eina langa nøs, tá tey eru komin heim aftur. Landið rindar ferð og upphald – men ikki fyri mista arbeiðsinntøku.Um arbeiðisgevarin hjá tær er góður, kanst tú sjálvur sleppa at arbeiða tímarnar inn aftur.

Viðvíkjandi fígging til at gera hesa broyting í forsorgarlógini
Eitt búpláss, sum í løtuni er einasti bústaðarmøguleiki hjá einum sum er millum 18 og 67 ár, ið ber brek, kostar umleið 1 mio kr. um árið.

Um lógarbroytingin var gjørd og ansingarsamsýningin varð fyri mista inntøku + pension, merkir tað eina sparing uppá uml. 770.000 kr. um árið
.
Av tí at 770.000 kemur at leypa av árliga hvørja ferð
, ein avvarandi sær seg noyddan at átaka sær hetta arbeiði, burdi fígging verið sjálvsøgd.

Tá ein mamma vil átaka sær tað arbeiði, hví í víðu verð skal tað ikki bera til???
Eitt alternativ til búpláss burdi verið!!

Viðvíkjandi politiskari undirtøku
Um Almannamálaráðið ger eitt uppskot um eina lógarbroyting, er neyðugt við politiskari undirtøku.
At fáa eitt barn við breki er ein gáva. Vit kunnu øll fáa hesa gávu, men vit kunnu ikki bestilla eitt barn við breki.
Tí burdi tað eisini verið ein møguleiki fyri øll.
Tíðin hevur víst okkum, at vit kunnu fáa hesa gávu, óansæð hvar man stendur politisk sæð.
So ein breið politisk undirtøka burdi verið sjálvsøgd.

Viðvíkjandi ST-sáttmálanum sum Føroyar hava samtykt at arbeiða eftir
Men mest av øllum, so samsvarar hetta ikki við ST-sáttmálan fyri fólk við breki, sum Føroyar hava samtykt at arbeiða eftir.

ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur í Sameindu tjóða 13. desember 2006 og 13. mai 2009 samtykti Føroya Løgting, at hesin sáttmáli eisini skal galda fyri Føroyar.
Sáttmálin hevur formliga gildi fyri Føroyar.

Umframt at sáttmálin staðfestur verandi borgarlig- og sivil mannarættindi, inniheldur sáttmálin eisini ásetingar um búskaparlig, mentunarlig og sosial rættindi, umframt serlig rættindi til brekað, so sum rættin til atkomu í víðari merking, og um javnstøðu fyri brekað.

Sáttmálin bannar øllum formi fyri mismuni vegna brek.

Og nú koma vit inn á rættin hjá teimum
, ið bera brek , og teirra rætt at avgera , hvar tey vilja búgva og saman við hvørjum.