Broytið heldur okkurt, sum ikki riggar!

Landssjúkrahúsið (LS) hevur í fleiri førum roynt at enda samstarvið við íslendska bróstkrabbaserfrøðingin, Kristjan Skúla Ásgeirsson. 

Samstarvið hevur tó verið longt, eftir at sjúkligar og avvarðandi hava mótmælt við at savna hundraðtals undirskriftir, sum eru latnar LS. Tað sigur ikki sørt um tað nøgdsemið, sum hevur verið og er við ta viðgerð, sum Kristjan Skúli hevur staðið fyri.

Tað eru óteljandi jaligar frásøgnir um arbeiðslagið og nærlagnið, sum hesin serlæknin leggur fyri dagin. 

Føroyskir bróstkrabbasjúklingar hava eisini verið serliga glaðir fyri íslendska serlæknan, tí umframt at vera serkønur í bróstkrabbaskurðviðgerð, so er hann eisini plastikk skurðlækni. 

Ætlanin er nú at ganga aðra leið. Og í hesum sambandi havi eg fleiri spurningar. Ynskja verandi bróstkrabba sjúklingar aðra viðgerð? Er nøkur nøgdsemiskanning gjørd av viðgerðinum og upplivingunum, sum sjúklingar hava havt undir sjúkugongdini? Og hava sjúklingar sum longu eru í viðgerð hjá Kristjan Skúla fingið neyðugu kunningina um, hvussu teirra støða verður eftir 1. januar 2019? Tað kundi eg hugsað mær at vita. 

Avtala er gjørd við alment sjúkrahús í Aalborg. LS metir hesa loysnina vera betur. Tað verður tó ikki útgreinað, hvønn nýggja loysnin er betri fyri. Betri fyri LS, betur fyri sjúklingin ella betri fyri øll? Kundu vit ikki heldur bjóðað sjúklingunum valmøguleikan millum báðar viðgerðirnar, ta í Íslandi og ta í Aalborg?

Tað verður undir øllum umstøðum ikki lætt at veita bróstkrabbasjúklingunum í Føroyum betri loysn enn hana, sum Kristjan Skúli Ásgeirsson saman við LS hevur verið garantur fyri. 

Tað er undranarvert, at LS í fleiri førum hevur roynt at sleppa sær av við Kristjan Skúla Ásgeirsson. Tað er eisini undrunarvert, at mann brúkar so nógva orku uppá at broyta nakað sum riggar væl, ístaðin fyri at brúka orkuna uppá tey økini sum ikki rigga so væl á LS. 


Bjarni Hammer