Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bróstkrabbaraktar kvinnur sleptar uppá fjall

2019-08-19 12:32

Árliga fáa fleiri enn 1 mió. kvinnur kring heimin staðfest bróstkrabba. Í Føroyum er talið 20-25 kvinnur árliga, tær flestu eldri enn

30 ár, sum fáa staðfest hesa herviligu sjúku. Tá sjúka rakar, rakar hon ikki bara tann einstaka, hon rakar alla familjuna, mann, børn, foreldur ja øll í familjuni.

Í mong ár hevur Landssjúkrahúsið havt avtalu við íslendska læknan og skurðlæknan, Kristjan Skúla, men 1. jan 2019 bleiv hendan avtalan uttan serliga grund uppsøgd.

Ístaðin er nýggj avtala við sjúkrahúsið í Aalborg gjørd.

Avtalan við íslendska læknan var til gagns fyri mangar kvinnur og yvirhøvur var nøgdsemi við læknan millum føroysku krabbameinsraktar kvinnur høgt.

Avleiðingin av uppsøgnini av læknaavtaluni við Ìslandi er, at vit ikki longur hava onkoplastiska skuðlækna, sum eisini er serlækni í bróstkrabba atknýttan landssjúkrahúsið. Hetta er eitt bakkast fyri sjúkuraktarkvinnur í Føroyum, tí nú er alt sum eitur rekonstruktión av bróstum ikki longur ein møguleiki her. Tað góða við avtaluni við Ísland var, at ein og sami skurðlækni tók sær av øllum, bæði av skurðviðgerð og rekonstruktion, um hetta var neyðugt. Samstundis var eitt serligt toymi kring sjúklingin, tá viðkomandi var í Íslandi til viðgerð. Kvinnurnar kendu seg í tryggum og góðum hondum, og øll vita vit, at sálarbót og tryggleiki er eitt tað týdningarmesta, tá ein er í sjúkuviðgerð og hevur stóra ávirkan á um viðkomandi gerst frísk.

Tað, sum er sera ørkymlandi er, at nú frættist millum sjúkuraktar kvinnur, ið vóru í sjúkuviðgerð hjá íslendska læknanum eru sleptar uppá fjall undir nýggju skipanini við Aalborg sjúkrahús. Talan er um kvinnur í vóru í einari tilgongd at gera brótini aftur og tí enn í viðgerð. Somuleiðis frættist, at tað á sjúkrahúsinum í Aalborg ikki í líka stóran mun verður lagdur dentur á rekontruktión av brótinum. Hetta kann als ikki góðtakast.

Eg havi ført hesi viðskifti fram áður. Sum tingkvinna setti eg skrivligan fyrispurning til landsstýriskvinnuna um nevndu viðurskifti, tí eg kendi meg als ikki trygga við at góða avtalan við høvdu við íslenska læknan skuldi broytast. Nú er sjón fyri søgn, at tað als ikki eru allar, ið kenna seg eins tryggar og fáa eins góða viðgerð sum áður. Vit skulu hava ta bestu viðgerðina, tí menniskjalív kann ikki gerast upp í pengum. Vit eiga at játta tað sum játtast skal til heilsuverkið. Neyðugt er tí at eftirmeta avtaluna við Aalborg sjúkrahús beinanvegin. Vit ikki góðtaka nakra viðgerð, sum er næstbest, vit skulu hava bestu viðgerðina yvirhøvur og eitt heilsuverk, ið hevur avtalur við bestu sjúkrahúsinum í heiminum.

Annika Olsen
Valevni fyri Fólkaflokkin