Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bróstkrabbamammur vilja hava Kristján Skúla

Landssjúkrahúsið hevur í nøkur ár havt samstarv við tann íslendska bróstkrabbaskurðlæknan, Kristján Skúla Ásgeirsson. Hetta er ein viðgerð, sum riggar, og sum skapar stórt nøgdsemi, men tað sær ikki út til at vera nokk fyri leiðsluna á Landssjúkrahúsinum. Jóanis Erik Køtlum, sigur 19/10 við KVF um tað nýggju avtaluna, sum er við Ålborg:

Avtalan við Aalborg gevur betri samskipan, og avtalan gevur eisini sjúklingum eitt betri tilboð enn í dag, lovar sjúkrahússtjórin.

Ikki verður greitt upplýst, hvat liggur handan betri samskipan. Hvønn er tað betur fyri, umsitingina, sjúklingin, bæði ella onkran heilt annan? Eisini sigur Jóanis Erik Køtlum, at avtalan gevur sjúklingum eitt betri tilboð enn í dag. Hvat hann her sipar til, er sambært greinini, at avtalan:

... inniber, at meginparturin av kvinnunum, sum fáa bróstkrabba, verða skurðviðgjørdar í Føroyum.

Alt gott um tað, men eg hevði heldur sagt ja til teir 5 dagarnar, sum tað tekur at fara til bróstkrabbaskurðviðgerð í Reykjavík undir tí kønu leiðsluni av Kristján Skúla Ágeirssyni enn at fingið eina skurðviðgerð á Landssjúkrahúsinum av læknum úr Ålborg, sum vit ikki hava royndir av.

Fyri 2 árum síðani fekk eg staðfest bróstkrabba á Landssjúkrahúsinum av Kristján Skúla Ásgeirssyni. Hann syrgdi fyri, at eg fáar dagar seinni varð send til skurðviðgerð í Reykjavík. Eg var imponerað av, hvussu skjótt og professionelt tað var borið at.

Skurðviðgerðin gekk væl og eg eri trygg við ta viðgerð, sum eg fekk. Eg fekk ta fatan, at skurðstova og amboð vóru av allarbesta slag og tøknin framkomin. Harumframt møtti eg starvsfólkum, sum umframt at vera dugnalig fakliga, møtti mær, har eg var, og dugdu at veita mær umsorgan. Og her gekk Kristján Skúli á odda. Kvalifiserað og greið svar fekk eg frá honum, og so sýnti hann ein áhuga í sjúklingum, sum eg ikki havi møtt áður. T.d. kann eg nevna, at hann tíðliga á morgni beint áðrenn sjálva skurðviðgerðina gav sær tíð at koma inn á sjúkrastovuna at greiða frá og svara spurninum.

Í greinini í KVF nevnir Køtlum:

Ein orsøk til at føroyskir bróstkrabbasjúklingar hava verið glað fyri íslendska serlæknan, er at hann umframt at vera serkønur í bróstkrabbaskurðviðgerð, eisini er plastikk-skurðlækni.

Avtalan við Aalborg fer eisini at geva føroyskum kvinnum atgongd til plastikkskurðviðgerð, sigur sjúkrahússtjórin.

Eg fekk eina bróstvarðveitandi operatión, har vevnaður úr mínum ryggi var tikin fyri at fylla í aftur bróstið. Eg eri sera glað fyri, at eg slapp undan at fáa plastikk-viðgerð. Bróstið er í dag, tá tað kemur til útsjónd, ikki perfekt. Eg hevði sikkurt sloppið at rættað upp á tað við eini kosmetiskari skurðviðgerð, men hesum eri eg ikki áhuga í. Eg fekk eina skurðviðgerð, sum eg eri trygg við, og tað eri eg takksom fyri. Eg ynski ikki nakra plastikkskurðviðgerð ella kosmetiska skurðviðgerð, men eg ynski so inniliga, at Landssjúkrahúsið og avvarðandi politiska skipan unna komandi bróstkrabbamammum ta tryggu, góðu og framkomnu viðgerð, sum Kristján Skúli Ásgeirsson ferð eftir ferð hevur veitt føroyskum bróstkrabbamammum.