Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Brekkstein: Musikkskúlin kemur – bara ein spurningur um tíð

2014-04-16 14:33

Allir flokkar, sum sita í Býráðnum í dag, hava alment sagt seg taka undir við at byggja ein nýggjan musikkskúla í Tórshavn.

Ein bygginevnd varð vald og prosjekteringin er gjørd. Ætlanin er at staðseta skúlan eystanfyri Norðurlandahúsið. Uppruna kostnaðarmetingin varð mett til 41,8 mió.kr. fyri verkætlanina

Í dag hava vit eina kostnaðarameting ella rættari sagt ein íløgukarm til hesa verkætlan uppá umleið 67 mió.kr ella ein fermetraprís omanfyri 33.500 kr. pr. fermetur, ikki íroknað innbúgv og útgerð. Tá innbúgv og útgerð ikki er við, fer samlaði kostnaðurin langt upp um 70 mió.kr.

Spurningurin er so, hví byggingin av nýggja musikkskúlanum ikki fer í gongd?

Eitt nýtt Býráð er valt í fyrireikingartilgongdini og tann nýggja politiska samansetingin ger, at býráðslimir eru farnir at tosa um staðseting og kostnað.

Sjálvur haldi eg, at tað er upp á sítt pláss, at man reflekterar og eftirmetir tað, sum øll seta spurngartekin við, nevnliga um staðsetingin er tann rætta og kann man uttan víðari byrja hesa verkætlan, tá kostnaðurin fyri hvønn byggifund hækkar.

Tað er eitt krav, at vit politikarar kenna tann endaliga kostnaðin á Musikkskúlanum, áðrenn farið verður undir sjálva byggingina og at onnur ivamál eru beind av vegnum.

Annfinn Brekkstein, Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin

(Lagt inn á Lesaran: L.Láadal)