Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Børn við serligum tørvi ongan góðan í Tórshavnar býráð.

2020-08-22 14:04

Nú skúlarnir byrja aftur, eri eg sera glað at frætta, at Vestmanna skúli hevur fingið serflokkar. Nú fáa børnini við avbjóðingum so sum ADHD og autismu í Vestmanna eitt gott og nøktandi skúlatilboð inni í skúlanum saman við vinum og tí kenda.

Í heyst stendur føroya størsti fólkaskúli, Skúin á Fløtum liðugur.
Men tíverri hevur Tórshavnar býráð ikki sæð tað neyðugt at gera karmar ella pláss fyri serflokkum inni í stóru glasborgini á Fløtum, hóast har fara at ganga yvir 700 næmingar!

Tað er hugstoytt at hugsa, hvussu nógv børn ikki fáa nøktandi skúlatilboð í Tórshavnar kommunu!

Tað er ein skandala av teimum ringastu, og tað undirstrikar, hvussu lítið innlit í serøkið, og hvussu lítla raðfesting børn við avbjóðingum hava í Tórshavnar býráð.

Tað eru 6 skúlar í Tórshavnar kommunu við fleiri enn 200 næmingum og bert ein hevur serflokkar inni í skúlanum, tað er Hoyvíkar skúli.

Í restina av Føroyum eru 11 fólkaskúlar við uml. 200 næmingum og uppeftir, harav hava nú 7 skúlar serflokkar.

Hví er Havnin eftirbátur á serflokkaøkinum?

Í 2013 varð sett ein nevnd at endurskoða serøkið í fólkaskúlanum, sum kom eftir, at tað eru alt ov fá serflokkatilboð í Føroyum og serliga í Havn. Tí er hettar ikki nakar nýggjur trupulleiki.

Tað hevur verið bæði prátað og tosað aftur og fram um serøkið í býráðnum. Men eingin yvirskipað ætlan fyriliggur tí eingin politikari á Vaglinum brennir so mikið fyri økinum, at tað ber á mál, soleiðis at fleiri tilboð verða til nakað!

Eg havi ofta ført fram, at skúlar við áleið 200 næmingum hava hagfrøðiligt grundarlag fyri at hava serflokkar, og tí skula allir skúlar í Føroyum í hesari støddini hava serflokkar, eisini teir í Havn.
Tað skal verða pláss fyri børnum við ADHD, autismu og øðrum avbjóðingum í skúlunum í Tórshavnar kommunu.
Bjørg Dam

Niðanfyri er yvirlit yvir skúlar við serflokkum inni í skúlanum og skúlar við fleiri enn 200 næmingum.

OBS! Tilboð sum eru staðfest uttanfyri fólkaskúlan eru ikki við í yvirlitinum s.s. Skúlin á Trøðni, Guliskúli v.fl.


Les meir á mínari bloggu: https://bjorgdam.blogspot.com/2020/08/brn-vi-serligum-trvi-ongan-goan-i.html
Leinkja til yvirlit yvir næmingar í fólkaskúlanum bert tøl fyri 2019/20 tøk: https://www.ummr.fo/fo/arbeidsoki/utbugving-og-gransking/folkaskulin/naemingatalid-i-folkaskulanum/