Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

BØRN VIÐ SERLIGUM TØRVI ONGA RÚMD Í VALSTRÍÐINUM

2015-08-28 22:51

Tað vísti tjaki í SVF tá Tóra við Keldu, forkvinna í MBF - Meginfelag teirra, ið bera brek, setti spurningin hvat flokkarnir vilja gera við hendan spurning.

Talan er um børn við ymiskum dignosum, og felags er, at dignosurnar hava tung menningartarn við sær.

Eingin skipað tilboð finst yvirhøvur, hvørki fyri børn ella foreldur.

Ikki so sjáldan flyta foreldur at børnum við serligum tørvi av landinum, har munagóð hjálp kann fáast bæði fyri børn og foreldur.

UPPGÁVAN ÓMENNISKJALIG

Foreldur at slíkum børnum uppliva sterkar kenslur og eina ørgrynnu av spurningum, tá barn teirra fær eina diagnosu av slíkum slag.

Uppgávan hjá foreldrum at slíkum børnum er ómenniskjalig. Eingin hjálp er at hendan frá almennu heilsumyndugleikunum. 

Spurningurin um hesi børn og foreldur teirra er so mikið álvarsamur, at spurningurin eigur at koma á politiska dagsskrá, og skrásett í einum komandi samgonguskjali.

Lasse Klein,

Valevni fyri Nýtt Sjálvstýri