Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Børn og ung við sviðið soð á fíggjarlógini

2021-12-15 14:15

Samgongan leggur onki í framtíðina í Føroyum og skerjir tí nógv á økjum, sum hava við børn og ung at gera.

Samgongan skerjir Barnabata við hundraðtúsund krónum. Er tað veruliga so, at samgongan ikki unnar børnum og ungum eitt stað, har tey kundu venda sær?

Stórur partur av økinum, sum hevur við børn, ung og útbúgving at gera verður eisini skert.

Nám, sum ger føroyskt undirvísingartilfar skal spara, stuðulin til fólkaskúlan lækkar, játtinin til miðnámsútbúgvingar lækkar, játtanin til maritimar útbúgvingar lækkar. Harumframt skal Fróðskaparsetrið spara tvær milliónir.

Sostatt rindar ungdómurin tær milliónirnar, ið einstakir samgongulimir fáa til havnir og vegagerð í egnari kommunu.

Ungdómurin er framtíðin, tí skulu vit hjúkla um tey – ikki skerja tey.

Beinta Løwe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi