Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Børn og foreldur í bestu hondum - aftursvar til Bárð á Steig Nielsen

Nú leggur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, í fjølmiðlunum samgonguna undir at svíkja børn og foreldur. Orsøkin er yvirtøkan av økinum Persóns-, húsfólka- og arvarætti, sum eisini fevnir um felags foreldramyndugleika.

Javnaðarflokkurin raðfestir barnafamiljur

Sambært Bárði S. Nielsen letur Javnaðarflokkurin seg draga eftir hárinum til at fremja yvirtøkur, og í hesari roytingini verða familjur sleptar upp á fjall.

Nei, einki verða familjur sleptar upp á fjall, so leingi sum Javnaðarflokkurin ræður fyri borgum. Javnaðarflokkurin og samgongan raðfesta barnafamiljur, eisini familjur við lágari inntøku og familjur við einum forsyrgjara, ólíkt undanfarnu samgongu, har Sambandsflokkurin lograndi helt seg í hølunum á Fólkaflokkinum.

Tann deiliga danska lóggávan?

Í heldur ósamanhangandi álopinum á samgonguna og Javnaðarflokkin roynir Sambandsformaðurin at argumentera fyri, at galdandi danska lógin um foreldraábyrgd er einki minni enn perfekt og skal setast í gildi í Føroyum sum skjótast.

Rætt er tað, at føroyska lóggávan um foreldramyndugleika treingist til at dagførast. Men ókritiskt at seta donsku lógina í verk er als ikki nøkur gongd leið, allarminst fyri børnini, sum vit vaksnu tíverri hava lyndi til at gloyma, tá ið foreldramyndugleiki verður viðgjørdur.

Vit skulu sum skjótast gera eina føroyska lóggávu, ið á best gjørligan hátt tekur atlit at øllum pørtum, tá ið pør fara hvør til sítt og gerast ósamd um, hvørt mamman ella pápin skal hava børnini. Neyvan ynskir nakar at koma í eina slíka ólukkuliga støðu, men børnini og teirra besta skulu vera í fokus frá byrjan til enda.

Hvussu ein tílík loysn sær út, er ilt at siga, men blint at kopiera donsku lógina verður so ongantíð ein virðilig loysn fyri føroyskar familjur.

Sambandið niðurger føroyskan fakkunnleika

Sambært Bárði S. Nielsen verður ógegnið altumfatandi í eini komandi føroyskari umsiting av familjurættarliga økinum. Orsøkin er, at vit øll kennast, og tí verður ómetaliga trupult at taka óheftar avgerðir. Ein løgin lýsing av førleikunum í okkara umsiting, sum Bárður S. Nielsen megnar at síggja fyri sær.

Sjálv beri eg onga bangheit fyri, at ein føroysk umsiting av familjurættarliga økinum verður ov illa skikkað til at taka rættar avgerðir. Vit hava nógv dugnalig og vælútbúgvin starvsfólk, sum hvønn dag gera teirra besta fyri, at okkara umsiting verður rikin á fullgóðan hátt, og hetta verður ikki øðrvísi, tá ið familjurættarliga økið er yvirtikið.

Sambandinum so líkt, eru teir bebbaræddir fyri sjálvt teimum smæstu broytingunum. Og Sambandinum so líkt, kennir formaðurin seg noyddan at niðurgera føroyskan fakkunnleika, tá ið talan er um málsviðgerð.

Hinvegin – gott at nýggi formaðurin í Sambandsflokkinum loksins er stokkin upp úr sínum vakurleikasvøvni, eftir at flokkur hansara við sambandsløgmanni á odda í alt ov mong ár varð drigin bæði higar og hagar av Fólkaflokkinum. Mong ein barnafamilja mundi vera við sviðið soð av hesum ótespiliga kjálkadansi millum A og B, ein kjálkadansur sum tíbetur ikki longur hevur mandat aftanfyri seg til at avgera politiskar raðfestingar.

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin