Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Børn hjá familjuni – ikki statinum

2013-08-06 22:44

Uppskotið hjá Jóhan Dahl, landsstýrismanni í Vinnumálum, at leingja barnsburðarfarloyvið úr 38 upp í 52 vikur styrkir leiklutin hjá foreldrum at uppala egin børn. Men aftaná 52 vikur tekur staturin við og foreldrini fara aftur til arbeiðis.

Nógvar familjur velja í dag longri farloyvi enn 38 vikur uttan samsýning fyri at hava barnið heima, tí tey halda tað vera ov lítið til vøggustovu.

Tey velja familju og uppaling fram um lønarinntøku.

Tað krevur nógv at uppala eitt barn, serliga tá foreldur eisini arbeiða úti.

HUXA heldur at foreldur og ikki staturin eiga at hava størsta leiklutin, tá eitt barn veksur til. Flestar familjur duga betur enn stovnar og statur at ala síni børn.

Hví ikki geva foreldrum frælsi til at velja, hvar barnið verður uppalt?

Men so má ansingarskipanin broytast soleiðis, at pengarnir fylgja barninum og ikki stovninum.

Hvørt ansingarpláss kostar uml. 10.000 kr um mánaðin. (Foreldur rinda 2.000 og kommunan 8.000 kr).

Um pengarnir fylgdu barninum, høvdu foreldrini havt ráð til at valt, nær og um barnið skuldi farið á stovni ella var heima longst gjørligt.

Foreldur ynskja sínum barni tað besta. Um stovnar er tað besta fyri barnið, so høvdu vøggustovur og barnagarðar fullir. Um ansingarstovnarnir fyltust uttan tvingsil, var tað, tí foreldrini hildu, at tað menti tey bestu virðini fyri barnið.

<b>Javntvang</b>

Uppskotið hjá Jóhan Dahl miðar eftir at tvinga 50-50 býti av farloyvinum millum foreldur.

Sjálvsagt eigur familjan og ikki hitt almenna at avgera, um barnið skal vera saman við mammu ella pápa sínum, ella hvør skal vera við hús.

Tað er ikki javnstøða at noyða foreldur at vera í barsilsfarloyvi líka leingi.

Heldur átti dentur at verðið lagdur á at geva kynunum møguleika at velja sjálvi hvussu mamman og pápin skulu býta vikurnar sína millum.