Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Uppskotið hjá Tjóðveldi.

Borgarstjórin sum ein groggy nevaleikari

2015-01-29 13:20

Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam, býráðslimir fyri Tjóðveldi

Sær ikki mætari út, enn at tann máttmikli og nalvaskoðandi borgarstjórin í Havn kennir seg raktan beint í solar plexus í havnarmálinum. Hann siglir nú runt í ringinum sum ein groggy nevaleikari, ið ikki hevur skil á, hvat og hvønn og allarminst, hvussu hann slær.

Tað stendur fast, at Tórshavnar havn hevur ikki fingið øll neyðug loyvi til havnarbyggingina í Havn, og byggisamtyktin, sum er gjørd til at heimila fastasifátæka projektinum har, er ikki góðkend av landsins býarskipanarnevnd.

Tí er framvegis lítil meining í hjá Tórshavnar býráð yvir háls og herðar at samtykkja eitt byggiprogramm til eina verkætlan, sum ikki er heimilað, og játta seks milliónir krónur til at projektera hesa somu ætlan við vanda fyri at brúka pengarnar til fánýtis.

Tað stendur eisini fast, at Tórshavnar havn við vælsignilsi frá borgarstjóranum hevur arbeitt ítøkiliga við byggiætlanini út fyri Skansanum og Skansabryggjuni uttan so mikið, sum at skeita eftir øðrum møguleikum í Tórshavnar kommunu. Einastu kanningar, sum gjørdar eru, hava snúð seg um Skansabryggjuna v.m. og viðurskiftini har.

Tað er als ikki vist, at hetta projekt er tað besta fyri Tórshavnar bý og Tórshavnar kommunu. Kostnaðurin er longu nú settur til 450 milliónir krónur, men hann verður ætlandi mangt slíkt, tá liðugt skal verða í 2018. Óvissurnar í byggiskránni eru nógvar, og tí er nógv enn, sum skal loysa seg í sjónum, sum norðmaðurin segði.

Borgarstjórin sum byggimeistari

Nú royndi hann seg aftur sum entreprenør. Tað er, vita vit av royndum, ein farligur sportur. Grótið úr einum tunnli er ikki annað enn skervur og dust, sigur hann. Hatta eru enn eini av hansara ósannindum, tá hensigten helliger midlet.

Grót úr einum tunnli kann saktans brúkast til alla uppfylling við verjugróti uttaná. Tað er eitt nú byggihátturin, sum er brúktur á Signabø, og sami møguleiki er nevndur í byggiskránni fyri útbyggingina í Havn.

Tunnilsgrót kann vera í ymsum støddum frá stórum steinum og niðureftir. Á Sundi – ella aðrastaðni - kann haraftrat stórt og smærri grót fáast burtur úr lendinum, sum verður sprongt niður til tess at javna havnaøkið.

Borgarstjórin hevur ilt av, at havnarprojektið á Sundi verður nakað nær staðnum, har Skálafjarðartunnilin ætlandi kemur upp. Tað má hann gjarna hava ilt av, men tað verður neyvan hann einsamalliur, sum avger, hvar tunnilin kemur upp á Streymoynni. Hetta er ikki øðrvísi enn við eldraøkinum. Løgtingið tekur avgerðina.

Løgtingið hevur samtykt, at tunnil skal gerast av Skálafjørðinum til Suðurstreym. Borgarstjórin hevur skýggjað hendan veruleika alt ov leingi. Við uppskotinum, sum Tjóðveldi hevur lagt fram, verður roknað við hesi sannroynd. Men havnin á Sundi er líka relevant fyri Havnar kommunu, um Skálafjarðartunnilin kemur ella ei.

Náttúrkreftir kunnu temjast

Talan er um, at Sund verður ein biligari og høgligari góðshavn, sum tryggjar, at ferðamannahavnin í Havn fær rúmari ræsur at gera seg galdandi í millumtjóða kapping. So langt er heldur ikki av Havnarskrivstovuni niðan á Sund, at tað ikki ber til at virka í báðum støðum, um bæði støðini hava besta útbúnað.

Býurin sleppur undan allari gjøgnumferðsluni til avskipan í býarins hjarta, og tey, sum eiga stóran part av innflutninginum, eitt nú sølumiðstøðir, handlar, heilsølur og bilsølur, eru ikki á keiini, men nógv ovari í býnum. Vit sleppa undan fløkjuni millum ferðafólk og bingjur og stórum parti av tungu ferðsluni millum hús og ellisheim eftir Eystara ringveg, fyri ikki tala um propparnar í Hoydølum og á Hvítanesvegnum.

Nógvar náttúrukreftir kunna temjast, eisini súður. Spurningurin er bara hvussu. Tað er tað, vit hava skotið upp, at býráðið samtykkir at kanna við eitt nú simuleringskanningum, sum vísa neyvt, hvat hendir, um tú gert so ella so. Kanningin skal eisini fevna um kostnaðarmeting.

Í okkara uppleggi er sjálv bryggjan háttað sum ein dokkbryggja og løgd soleiðis, at hon vendir bakið til aldurnar, sum koma uttan av fjørðinum. Bryggjan beinir aldurnar yvir á miðjan fjørð, so tær ikki enda inni í havnalagnum. Innanvert er eisini ætlaður ein bylgjubrótari, sum beinir alduna, sum kemur úteftir, framvið havnarlagnum.

Tað er upp á høgu tíð at fáa allar relevantar spurningar um eina góðshavn á Sundi kannaðar. Verður úrslitið positivt, gevur tað eina nýggja og enntá bíligari havn enn hana, sum biksað hevur verið við á Skansaboðunum, og nú í berum fantasiloysi skal fremjast í verki – fyri ikki siga óðum verki.

Havnarfólk skula eisini liva í framtíðini og tað væl. Vit, sum eru vald at stíla fyri í býnum, hava skyldu til at kenna ábyrgd fyri bæði býi, borgarum og ikki minst pengakassanum uttan at verða happað, niðurgjørd og speirikin av borgarstjóranum, tí vit hava eina aðra hugsan enn hann um, hvat best er fyri Tórshavnar kommunu og fólkið, her býr.