Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Eyðstein Poulsen

Borgarstjórin pyntar um skattatøl

2015-01-29 03:54

Alt meðan borgarstjórin fegnast um umstøðurnar hjá barnafamiljunum, so vísa tølini greitt, at Klaksvíkar kommuna ikki er fíggjarliga kappingarfør á hesum øki.


Klaksvíkin hevur staðið í vøkstri síðstu árini, eftir at kommunan varð tvungin niður á knøini í 2008. Henda góða gongd speglast aftur í fíggjarligum met-tíðum - og hyggja vit eftir fólkatalinum, so síggja vit eisini her ein sunnan vøkstur. Sum fólkafloksumboð í fíggjarnevndini fegnist eg - eins og onnur - at hetta hevur opnað fyri møguleikanum at geva fíggjarligar lættar til barnafamiljurnar

Raksturin í kommununi eigur til eina og hvørja tíð at verða tillagaður soleiðis, at kommunan er kappingarfør um fólkið, ið velur at búleikast í Føroyum.

Vit øll ynskja vøkstur í kommununi, men við nýggju kósini, ið borgarstjórin leggur fyri dagin, kenni eg meg noyddan, at koma við eini vegleiðing til borgararnar. Í grein fer borgarstjórin lætt um hækkandi skattin í kommununi. Sum eg lesi greinina hjá borgarstjóranum, so verður hækkingin gjørd til einkis, meðan barnalættin verður lýstir á ein hátt, at ein fær ta fatan, at Klaksvíkar kommuna gevur barnafamiljum fíggjarligar fyrimunir, fram um aðrar kommunur. Eg vil tí útgreina hesi tøl, soleiðis at borgarin sjálvur kann meta um kappingarførið hjá Klaksvíkar kommunu.

Hvat kostar tað eini barnafamilju at vera búsitandi í Klaksvíkar kommunu.

Vit taka støði í greinini hjá Jógvani Skorðheim
http://www.nordlysid.fo/barnalaetti+id+munar.html

Ein barnafamilja, ið eigur trý børn, eitt í vøggustovu og tvey í barnagarði. Foreldrini hava eina samlaða inntøku áljóðandi 600.000 kr.


Klaksvíkar kommuna
Skatturin er 22% og 30.000 kr. í botnfrádrátti................. ..................118.800 kr.
Samla vøggustovu-, og barnagarðs-gjald við systkina-avsláttri.......... 45.114 kr.
Afturberingin við barnafrádrátti í Klaksvík er 4.500 kr. pr. barn........13.500 kr.
Netto skal henda familja gjalda kommununi..................... ................150.414 kr.

Tórshavnar Kommuna
Skatturin er 20,25% og 30.000 kr. í botnfrádrátti................. .............109.350 kr.
Samla vøggustovu-, og barnagarðs-gjald við systkina-avsláttri.......... 50.481 kr.
Afturberingin við barnafrádrátti í Tórshavn er 8.000 kr. pr. barn........24.000 kr.
Netto skal henda familja gjalda kommununi..................... ................135.831 kr.

Hyggja vit nærri at hesum tølum, so síggja vit, at tað kostar einari familju, ið velur at búseta seg í Klaksvík knappar 15.000 kr. árliga, í mun til, um sama familja velur at búseta seg í Tórshavn. Hetta er ikki nakað, ið borgarstjórin eigur at ganga lætt um, og gera til einkis.

Á fíggjarnevndarfundi í Klaksvíkar kommunu verður borðreitt við mánaðarligu fíggjarstøðu kommununnar. Ein mánað fyri og annan eftir uppliva vit met-inntøkur. Tí undrar tað meg, at borgarstjórin ikki stuðlar borgarligu hugsjónini, ið virðir grundhugsjónin, um at borgarin sjálvur umsitur best sína egnu inntøku.

Hyggur tú í orðabókini um týdningin av skatti, so stendur: "løgbundið gjald til tað almenna". Skattur verður mangan umtalaður í kreativum vendingum. Sum borgarligur kommunu-politikari er tað tí mín skilda, at vísa á greið netto-tøl, tá fíggjarviðurskifti millum kommununa og borgaran verða viðgjørd.

Keldulisti:

http://www.klaksvik.fo//index.asp?pID={36D0E148-9BFF-470C-B167-8583A506A492}
http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1115
http://taks.fo/00023/01200/01837/http://taks.fo/00023/01200/01837/

Eyðstein Poulsen
Býráðslimur Klaksvíkar Kommuna