Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Borgarstjóri á vandafullari kós

2014-05-28 20:23

Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, er á sera vandafullari kós, tá hann í Sosialinum mælir til, at veiðiloyvi verða givin eftir landafrøðiligum treytum.

Ein skipan, har veiðiloyvi verða latin eftir landafrøðiligum treytum, soleiðis at loyvini verða býtt út til allar kommunur í landinum, er í mínari verð ein háttur at binda fisikivinnuna niður.

Um vestmenningar skulu hava fiskiloyvi eftir uppisjóvarfiski, tí loyvini, sum nakrir vestmenningar høvdu, eru seld av bygdini, so eru vit væl á veg til at gera okkara týdningarmiklasta tilfeingi til ein sosialan stuðul, sum sýgur mátt og megi úr fiskivinnuni. Um vit byrja her, so kunnu vit eins væl flyta okkum yvir á aðrar vinnugreinar eisini, og so er frælsið og váðafýsnið, sum skal verða berandi í øllum vinnugreinum horvið úr føroyskum vinnulívi.

Sjálvsagt er umráðandi, at bygdirnar uttan fyri Havnina og hini stóru økini í Føroyum, hava eitt sunt og vælvirkandi vinnulív. Tað skal tó fyrst og fremst spretta á staðnum úr framburðssinnaðum fólkum, sum vilja byggja fyritøkur og røkka málum.

Tankarnir, sum borgarstjórin í Vestmanna hevur í Sosialinum, eru ræðandi á tann hátt, at um vit hugsa teir nóg langt inn framtíðina, so viknar føroyskt vinnulív, og stuðulskipanir verða aftur gerandiskostur í okkara vinnu, eins og vit minnast tað frá 80-unum.


Vinaliga heilsan
Bogi Andreasen