Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Borgarin í Vágs kommunu skal hava størri fíggjarligt rásarúm.

2020-11-07 10:52

Føroyar hevur ligið omaná eini fíggjarligari framgongd í fleiri ár, og av tí hava vit eisini merkt góðu tíðirnar her í Vágs kommunu. Vit vita øll, at so verður ikki altíð.

Covid-19 hevur sett mest sum øll lond og nógvar vinnur á bakbeinini. Onkrastaðni má fara at geva eftir, fyrr ella seinni.

Man má tilbúgva seg til verri tíðir. Hvussu álvarsamt tað verður og hvar tað rakar harðast er ikki til at vita. Eitt veit eg. Tey sum sita stramt í tí í dag, fáa verri fíggjarligar karmar tá.

Hetta mugu vit sum kommuna fyrireika okkum uppá. Vágs kommuna hevur havt góðar tíðir seinastu árini, við høgum inntøkum, men her er eisini nógvur peningur brúktur.

• Skatturin er høgur. 4. hægst í landinum - bara 0,35% frá hægsta skatta prosenti.

• Barnafrádrátturin er lágur - 3. lægstur í landinum.

• Barnaansingargjaldið er høgt.

• Kommunan hevur høga skuld.

Hvussu skulu vit, í núverandi støðu, geva Vágbingum ein lætta, um á kemur at standa fíggjarliga?

Um vit ikki klára at gera tað bíligari hjá okkum at búgva í Vági nú, meðan tíðirnar eru so góðar, nær skulu vit so klára tað?

Kommunan verður ikki bíligari at reka tá ein fíggjarkreppa rakar. Tí haldi eg tað verða sera umráðandi at kommunan ikki skal verða fíggjarliga ófyrireikað, tá tær verru tíðirnar rakað okkum.

Vit mugu geva okkum sjálvum nakrar møguleikar, at standa ímóti einari kreppu. Tað krevur fíggjarligt nærlagni, at fáa hesi viðurskifti á rætta kós og eg vil arbeiða fyri okkum, sum búgva her.

Eg vil arbeiða fyri at fyrireika okkum til verri tíðir, samstundis sum vit halda okkum til skilagóðar íløgur. Eg vil arbeiða fyri at gera tað bíligari fyri allar vágbingar, ið búleikast her.

Saman røkka okur á mál!


X við Magnus Mørk Hjelm

Valevnið fyri Javnaðarflokkin í Vági.