Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bora ella ei? Kjakfundur hósdagin kl. 14:30

2019-04-10 10:21

Føroyar skulu gerast oljuvinnuland! Føroyar skulu verða grønar! Politiska skipanin vil bæði. Men ber tað til? Tvístøðurnar eru nógvar. Og tær verða lýstar á tiltakinum “Bora ella ei”, sum Javnaðarflokkurin skipar fyri hósdagin kl. 14:30

Sjúrður Skaale

Føroyar fara nú aftur at bjóða okkara øki út til altjóða oljuídnaðin. Vónin um at finna svarta gullið í undirgrundini livir enn.

Men samstundis hava vit sett okkum sum mál, at Co2-útlátið skal minka munandi.

Hetta halda fleiri vera eina andsøgn. Grønur politikkur og oljuvinna kunnu ikki sameinast, siga tey. Og tí skal øll oljuleiting við Føroyar steðga.

Mugu vit velja millum hesi bæði? Og skulu vit velja?

Tvístøða

Hetta er eitt orðaskifti, sum fyllir nógv um allan heimin. Eitt nú fór stóri enski miðilin “The Guardian” fyri nøkrum árum síðani undir eina kampagnu undir heitinum “Keep It In The Ground”, sum nú hevur veldugan stuðul. Endamálið er m.a. at leggja trýst á stórar grunnar um at flyta sínar íløgur frá oljuídnaðinum og seta tær aðrastaðni. Hetta hevur lutvíst eisini eydnast.

Tað, hesi fólk siga, er, at vit ikki hava nakað val. Verður øll tann olja, sum longu er funnin, brend, verður ávirkanin á veðurlagið katastrofal. Tí er tað púra vitleyst at leita eftir enn meiri olju.

Hugsa vit um føroyska økið, so munnu tilsamans verða brúktar upp ímóti 20 milliardum í royndunum at finna oljuna. Men hon er ikki funnin enn. Høvdu hesir pengar verið settir í framleiðslu av grønari orku, er hinvegin greitt, at nógv hevði kunnað verið sett í gongd.

Og hevði tað ikki verið ein góð “søga”, um Føroyar boðaðu heimspressuni frá, at vit vilja ganga á odda á grønu leiðini, og tí steðga oljuleiting við Føroyar?

Stórur orkutørvur

Kanska.

Men tað eru eisini fólk sum siga, at tað hinvegin verður ein vanlukka fyri heimin, um vit um fá ár ikki fara at hava nóg mikið av olju.

Fólkatalið í heiminum hækkar, og livistøðið hjá fólki hækkar eisini. Tí setur eingin seg ímóti. At fólk í Asia og Afrika skulu lyftast úr fátækradømi, eru øll samd um. Men hin síðani av teirri myntini er, at hetta krevur nógva orku. Tí fer tørvurin á orku at vaksa nógv komandi árini.

Spurningurin er, um hesin tørvur yvirhøvur kann nøktast av grønum orkukeldum. Kann hann ikki tað, kann avleiðingin verða, at fólk, sum kundu verið lyft úr fátækradømi, ikki verða lyft kortini.

Eitt annað, sum víst verður á í orðaskiftinum er, at olja í veruleikanum ikki er tann mest dálkandi orkukeldan. Kol er verri. Og heimurin brúkar so nógv kol sum ongantíð áður. Um vit steðga við at framleiða olju, og sól- og vindorka kemur í staðin, er tað kanska gott. Men um avleiðingin er, at enn meira kol kemur í staðin, gera vit meiri skaða enn gagn.

Oljan SKAL skiftast út við grønar orkukeldur. Eingin ivi um tað. Men tað ber ikki til enn. Steðga vit at framleiða olju áðrenn nýggja tøknin er til taks, verður tað ein vanlukka, sum bæði fer at raka umhvørvið og menniskju. Serliga tey, sum royna at vinna seg upp úr fátækradømi.

Og er okkara tos um, at oljuframleiðslan skal avmarkast, ikki bæði ókeypis og dupultmoralskt tá hugsað verður um, at tað ikki fer at raka okkum? Okkum, sum eru millum tey á jørðini, ið nýta mest orku pr. íbúgva yvirhøvur?

Trýst frá teimum ungu

Tað verða hesar tvístøður, sum Bogi Hansen, havfrøðingur, og Ben Arabo, sum starvast í oljuvinnuni, fara at umrøða á tiltakinum í morgin.

Men hví yvirhøvur skipað fyri hesum nú? Verður føroyska økið ikki boðið út til oljuleiting? Eru allir flokkar ikki samdir um tað?

Jú. Men fyri tað fyrsta er vitanin um hetta viðkomandi, uttan mun til, hvat vit gera. Í Norra verður sera nógv olja framleidd – og har fyllir hetta kjakið eisini nógv.

Og so er eisini tað hent farnu árini, at fleiri og fleiri røddir er farnar at tala fyri, at oljuleitingin á føroyskum øki skal steðga.

Á landsfundi Javnaðarfloksins leygardagin vóru til dømis ein røð av ungum røddum, sum tosaðu um, at vit skulu lata oljuna verða liggjandi og í staðin seta fulla ferð á grønu umleggingina. Og alt bendir á, at hesar røddir gerast alsamt sterkari.

Endamálið er fakta

Endamálið við fundinum í morgin er ikki at koma til nakra niðurstøðu um, hvat vit skulu gera.

Endamálið er, at tveir fakpersónar leggja fakta á borðið. Annars greiðir frá tí árini, ið CO2-útlátið hevur á náttúruna, og hin greiðir frá tørvinum á orku.

Tiltakið verður frá 14:30 til 16:00 hósdagin, og tað verður sent beinleiðis á R7.