Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bogi steingir fyri nólsoyingum!

Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu (TK), leggur í fjølmiðlum (m.a. í lesarin.fo) Strandfaraskip Landsins (SSL) undir at vilja steingja fyri nólsoyingum, soleiðis at ferðandi fara at koma til læstar dyr á havnarlagnum í Nólsoy. Her er óivað fløkja komin í politisku línuna, valagnið tránað og minnið fánað hjá honum.

Sannleikin er tó tann, at TK við egnum starvs- og ábyrgdarfólki steingir og letur upp dyrnar á havnarlagnum í Nólsoy við fjarstýringsskipan úr Havn. Tað vil siga, at um stongt verður, so er tað Bogi og Tórshavnar kommuna, sum steingja fyri parti av egnum borgarum og øðrum ferðandi.

Nólsoyar bygd og kai er sum flest øllum kunnugt í dag partur av Tórshavnar kommunu, og má kommunan vara av nólsoyingum á sama hátt sum restini av sínum borgarum. Í Havnini og øðrum partum av kommununi eru t.d. ferðsluskýlir og líknandi viðurskifti, ið kommunan væl sjálv skipar og rindar fyri?

Tað er rætt, at SSL hevur sum uppgávu at røkja sigling millum oyggjar, og harvið m.a. Havnina og Nólsoynna. Kommunal viðurskiftir eru bara ikki partur av hesum. Har landið varðar av keiøkjum og viðurskiftum hesum viðvíkjandi, hevur SSL ikki leigusáttmálar og rindar sostatt ikki fyri tílík viðurskifti.

At TK steingir bíðirúmið í Nólsoyar bygd, tí kommunan ikki fær 16.000 krónur frá SSL er sera margháttlig tankagongd og púra óskiljandi fyri flest allar føroyingar. Harumframt má ein hvør nólsoyingur føla seg minni virðismettan í mun til aðrar borgarar í TK.

Tað er ongin loyna, at fleiri og fleiri ferðandi ferðast við SSL um alt landið. Tó eru oyggjaleiðirnar til og úr Havnini einasta økið í Føroyum, har SSL rindar alsamt størri og størri upphæddir fyri tey ferðandi til TK. Tí fyri hvønn ferðandi – ung sum gomul, og børn undir 7 ár, ið ferðast gratis – fær kommunan væl og virðiliga pening inn gjøgnum ymisk avgjøld til SSL, og soleiðis er møguleiki hjá TK til at halda teirra lokalu kommunalu dyr opnar fyri ferðandi. Avgjøldini ella ferðagjøldini um ein vil, ið eru kallað vørugjøld v.m., verða áløgd SSL gjøgnum Tórshavnar havn, ið er partur av Tórshavnar kommunu.

At enda fara vit at takka Boga fyri at vísa á eitt mál, sum TK fyrst og fremst sjálv eigur at fløkja seg burtur úr, og samstundis fara vit at heita á Boga at taka sær av øllum sínum kommunuborgarum á jøvnum støði. So, vælsignaði Bogi, rudda fyri egnar dyr og lat dyrnar verða opnar fyri teimum ferðandi í tíni egnu kommunu. Tit kunnu jú fjarstýra dyrnar í bíðirúminum, sum neyvan er hægsta rakstrarútreiðslan kommunan hevur av bygningum.

Blíðar heilsanir
Samferðsludeildin, Strandfaraskip Landsins