Bogi Andreasen spyr Kára P. Højgaard um liðugtgerð av innkoyringarvegi til Havnar

Fyrispurningur um tíðarætlan og langtíðaríløguætlan í sambandi við gerð av nýggjum innkoyringarvegi til Havnar, settur Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)


1. Kann landsstýrismaðurin í innlendismálum greiða frá tíðarætlanini fyri liðugtgerð av fyrsta parti av nýggjum innkoyringarvegi til Havnar, frá Skarðshjalla/ Sandvíkarhjalla yvir í Oyggjarvegin við Krákugjógv?

2. Kann landsstýrismaðurin í innlendismálum greiða frá tíðarætlanini fyri liðugtgerð av øðrum parti av nýggjum innkoyringarvegi til Havnar, frá Oyggjarvegnum við Krákugjógv og yvir í Velbastaðvegin?

3. Hvussu stór játtan er í langtíðar íløguætlanini fyri vegir komandi árini til fyrsta part av nýggjum innkoyringarvegi til Havnar, frá Skarðshjalla/Sandvíkarhjalla yvir í Oyggjarvegin við Krákugjógv?

4. Ætlar landsstýrismaðurin í innlendismálum at takað stig til, at fáa í lag semju við Tórshavnar kommunu um hámarksferð á 60 km/t, tal av íbindingum av kommunalum vegum á fyrsta partinum av nýggja innkoyringarvegnum til Havnar?

Viðmerkingar

Undir greinini ”Samferðsla og samskifti” í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013 er undir grein  15.38.1.07. Nýggir landsvegir (Løgujáttan) uppskot um at játtað kr. 10,0 mió. til framhald av arbeiðinum at gera nýggjan innkoyringarveg til Havnar.


Ætlanin um nýggjan innkoyringarveg til Havnar er yvir 25 ára gomul, og seinastu nógvu árini hevur eitt vegastrekki og ein brúgv um Hoydalsá ovarlaga í Villingardali ligið óbrúkt, av tí at eingin peningur hevur verið játtaður til hesa vegagerðina, ella peningurin er blivin fluttur til aðrar íløguverkætlanir.


Verandi innkoyringarvegur til Havnar, eftir Kaldbaksvegnum, er mest trafikeraði vegurin í landinum, og telist eisini millum vegirnar við flest ferðsluvanlukkum í landinum. Tað er tí sera umráðandi, at nýggi innkoyringarvegurin nú verður gjørdur, og at hann verður gjørdur við atliti til ferðslutrygd fyri tey, sum fara at brúka vegin, og tey, sum fara at búleikast upp at nýggja innkoyringarvegnum. Tí er alneyðugt, at semja fæst í lag við kommunala ferðslumyndugleikan um bæði hámarksferðina og tal og slag av íbindingum av kommunalum vegum í innkoyringarvegin.

 

Samlaði kostnaðurin fyri fyrsta partin av innkoyringarvegnum er mettur til uml. 90 mió. kr., men einki er upplýst um tíðarætlanina fyri liðugtgerð av vegnum, eins og einki er avsett til hesa vegagerð fyri 2014 og 2015 í virksemisyvirlitinum á s. 380 í fíggjarætlanaruppskotinum.

 

Á Løgtingi, 5. oktober 2012 

Bogi Andreasen