Bogi Andreasen setur Jóhan Dahl fyrispurningum barsilsskipanina

Fyrispurningur um møguligar broytingar í Barsilsskipanini, settur Jóhan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, (at svara skrivliga eftir Tingskipanini § 52a) 

1.      Hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlanir um broytingar í Barsilsskipanini?

2.      Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum til, at útgjaldið frá Barsilsskipanini eigur at leingjast úr hálvum ári upp í eitt ár?

3.       Heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum, at ein leingjan av útgjaldinum frá Barsilsskipanini úr hálvum ári upp í eitt ár kann verða eitt stig á leiðini at steðga fólkaflytingini úr Føroyum?

Viðmerkingar

Í Føroyum fæst bert útgjald úr Barsilsskipanini í umleið hálvt ár, tó at rætturin til foreldrafarloyvi er eitt ár. Fleiri ítøkilig uppskot hava verið frammi um at leingja barsilsútgjaldið. Føroyska Barsilsskipanin er afturúrsigld, sammett við skipanirnar í Danmark, Svøríki og Noregi, tá talan er um útgjald. 

Í Danmark fáa foreldur útgjald úr skipanini í 52 vikur. Í Noregi ber til at velja fult útgjald til barnsburðarfarloyvi í 46 vikur ella 80 prosent av fullum útgjaldi í 56 vikur. 

Í Svøríki hava foreldur rætt til barnsburðarfarloyvi í tilsamans 480 dagar við útgaldi.

Skipanirnar í hesum grannalondum okkara eru sostatt búskaparliga tryggari fyri foreldur enn føroyska skipanin. Hendan sannroynd elvir helst til, at ungir føroyingar, sum útbúgva seg ella arbeiða í Danmark, Svøríki ella Noregi, aftra seg at flyta heimaftur. Samstundis er tað lokkandi hjá ungum føroyingum at búseta seg í eitt nú Danmark, har útgaldstíðarskeiðið frá barsilsskipanin er tvífalt so langt sum í Føroyum. 

Hesi ójøvnu viðurskifti millum Føroyar og okkara grannalond eru ivaleyst við til at minka fólkatalið í Føroyum. 


Á Løgtingi, 5. oktober 2012

Bogi Andreasen