Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Boðanesheimið liðugt og hvat nú ?

2012-10-31 18:23

Vit í Framsókn raðfesta eldraøkið høgt. Vit vilja vera við til at gera ítøkiligar ætlanir fyri, at tørvurin á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu verður nøktaður.

Boðanesheimið stendur nú klárt til tey eldru at flyta inn í. Ongin ivi um, at hetta stórfingna heim kom í tøkum tíma. Bíðirøðin og bíðitíðin hevur verið long. Umsíðir fáa hesir eldru havnarborgarar ein virðiligan dagligdag. Tey avvarðandi eru glað og ikki minni lætnað um hjartað, tí teirra nærmastu nú fáa ta umsorgan, sum eitt slíkt heim hevur at bjóða.

Men tørvurin á íbúðarmøguleikum í Tórshavnar kommunu til eldri og gomul er ikki nøktaður við Boðanesheiminum. Tørvurin er nógv, nógv størri enn so. Og bíðrøðin er framvegis long.

Tey, sum standa í hesi røð, eru menniskju, sum øll hava tænt fyri seg í samfelagnum. Hesi sita nú og bíða eftir at koma á eitt stað, har tey kunnu hava eitt virðiligt lív. Summi ikki før fyri nakað, onnur bert einsamøll og eldri.

Hesum borgarunum skulu vit hjálpa og tryggja góðar og virðiligar umstøður.

Men tørvurin hjá eldra ættarliðnum er ikki altíð tann sami. Tí er neyðugt, sum tað fyrsta, at býta eldraøkið upp í 'elli' og 'røkt'. Til tey eldru, ið enn eru før fyri at passa seg sjálvan og kunnu vera við í dagliga húsarhaldinum, byggja vit ellisheim. Til teirra, sum hava røkt fyri neyðini, byggja vit røktarheim.

Ein triðji bólkur er eisini. Hetta eru tey eldru, sum eru sjálvbjargin, men kundu hugsa sær ein minni bústað. Til hesi skulu vit byggja eldraíbúðir. Íbúðir, sum tey eldru antin kunnu leiga ella keypa sum eigara- ella lutaíbúð.

Megnar landið ikki at fáa endarnar at røkka saman, so má kommunan koma við rímuligum tilboðum til tey eldru. Alt annað vil hava óhepnar fylgir við sær. Tey eldru óhjálpnu føla seg til yvirs og tey avvarandi hákna undan.

Vit í Framsókn ætla ikki at standa passiv og hyggja at og yppa øksl. Vit vilja, at eldraøkið skal lyftast og raðfesta høgt. Tað fara vit at gera!

Framsókn

Kristina Ejdesgaard