Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

POLITIKKUR: Blokkpolitikk og realpolitikk – nýhugsan takk!

2014-05-13 14:56

 Veljarin skal føla seg tryggan at seta krossin

Tað verður neyðugt til eitt komandi løgtingsval, at veljarin kann fyrihalda seg greitt og álítandi til tann politikk, sum ein flokkur frammanundan valinum gevur lyfti um at føra, t.v.s. flokkar eiga eisini greitt at melda út, hvønn teir ynskja at samstarva við í einum komandi samgonguskeiði. Tað vísir seg hvørja ferð eftir eitt val, at vallyftini gerast avskeplað og ókennilig eftir, at ein samgonga er skipað, og veljarin stendur eftir og spyr ..... hvat var nú hetta?

Hesin hátturin at skipa politiska arbeiðið kann tryggja veljarunum, at hesin fær tað, sum hesin upp til eitt val helt best samsvaraði við tað, sum ein blokkur av flokkum lovaði til valið (valskrá o.a.) og ikki fær eina heilt aðra “vøru” ella politikk, sum hesin als ikki kennist við, tá samgonga er skipað og fer til verka.

Eisini verður neyðugt at føra realpolitikk, sum er í mótsetning til idépolitik, og har roynt verður at náa mál umvegis semjusøkjan. Henda meira realpolitiska ella pragmatiska tilgongdin, vil siga, at flokkarnir eru innstillaður uppá ikki at fáa øll síni sjónarmið ígjøgnum, men sum ein liður í einari neyðsemju, gevur eftir fyri nøkrum, eins og hinir partarnir í einari neyðsemju. Talan er sostatt ikki um alt ella onki.

Tørvur er heilt einfalt á nýhugsan í føroyskum politikki – veljarin verður hvørja ferð snýttur fyri vallyftini. Kravið er, at veljarin frammundan valinum veit, hvørja “politiska vøru” hesin fær fyri atkvøðuna.

Samgongumøguleikar

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin er besta boð til nýggja samgongu eftir eitt komandi løgtingsval – ein virkisførur blokkur. Talan er um tveir flokkar, sum idelogisk liggja tætt upp at hvør øðrum – eitt nú í sambandi við ríkisfelagsskap, sosialmál umframt, at báðir flokkarnir vilja liberalisera fiskivinnuna, sum er okkara høvuðsvinna. Tað finnast sjálvandi aðrar politiskar kombinatiónir og blokkar.

Javnaðarflokkurin hevur útihýst Fólkaflokkinunum. Javnaðarflokkurin hevur sostatt bara tvinnar møguleikar, antin at samstarva við Sambandsflokkinum ella eina oyðumarka– og loysingarleið saman Tjóðveldisflokkinum.

Sambandsflokkurin kundi havt fingi meira burturúr verandi samgongusamstarvi, eitt nú í sambandi við veruligar rationaliseringar og mennandi verkætlanir umframt ein enn sterkari sosialan profil. Onki er hent við ætlaða fiskivinnureforminum uttan drúgvar fyrireikingar – nakað, sum Fólkaflokkurin hevur verið garantur fyri. Heldur ongar skattalækkingar eru framdar fyri tey lægst løntu og pensjónistarnir fingu onga hækking í pensjónini.

Sjálvt um formaður Javnaðarfloksins, eftir veljarakanning fyrr í hesum mánaðinum, í skundi hevur meldað út eitt samstarv við Tjóðveldi, so eru kortini onnur signal úr javnaðarleirinum, har onnur javnaðarfólk vísa á eina samgongu saman við Sambandsflokkinum og einum av teimum smáu flokkunum.

Politiska potentialið – ein sterkur politiskur blokkur

Eg heilsi einari samgongu millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin vælkomnari og taki fult undir við einum slíkum blokkpolitikki. Ein samgonga millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin er ein samríkissamgonga, og er besta alternativið ímóti einari fullveldissamgongu millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin – ein samgonga, sum kemur at avtofta og niðurlaga vælferðina í Føroyum.

Seinast Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sótu í samgongu endaði við ráðaloysi og politiskum ruðuleika. Ein avleiðing gjørdist m.a., at 366 mió.kr. vórðu skerdar av ríkisstuðlinum. Henda ábyrgdarleysa skerjing av inntøkum landskassans hevur hvør einasti føroyingur merkt á sínum egnað kroppi til dagin í dag. Àbyrgdarloysið skal frágreiðast við, at onki sum helst boð varð uppá, hvørjar inntøkur skulu koma í staðin ella hvørjar útreiðslur skuldu minka tilsvarandi.

Sambandsflokkurin fer ikki í eitt samstarv saman við Tjóðveldisflokkin. Hetta er meiningsleyst, serliga tá hugsað verður um, at Tjóðveldi fyri ein hvønn prís vil niðurlaga samfelagið.

Ikki samstarv fyri einhvønn prís

Um so er, at Javnaðarflokkurin setur krøv, sum t.d. at leggja upp til at umleggja almenn partafeløg til almennar stovnar, økja almenna geiran, hækka skattatrýstið, áseta ognarskatt og forða fyri uppløgdum privatiseringum, so eigur Sambandsflokkurin ikki at vera við.

Onnur politisk kjarnuvirði hjá Sambandsflokkinum eru ikki til sølu.

Sambandsflokkurin vil eisini hava rættvísa umboðan í landsins leiðslu ella landsstýrinum.

Tað verður ikki ein samgonga við einum veikum Sambandsflokki sum samstarvspartnara og tað verður heldur ikki eitt politiskt royndarprosjekt, har Javnaðarflokkurin fær alt vald, soleiðis sum teir kanska kundu hugsa sær.

Hvat skal samstarvast um

Vón er fyri framman serliga um samríkisflokkarnir standa saman um vælferðina hjá hvørjum einasta føroyingi. Alternativið og ræðustøðan er húðaskógvurin og hakin, tá væntast kann, at nærum ein milliard verður tikin úr føroyska búskapinum - hvør kemur fyrst at merkja hetta?

Tað verða ikki teir, sum hava vunnið sær danska pensjón á danatingi, men ikki vilja geva tí føroyska ungdóminum sama frælsa møguleika at velja framtíð, framburð og alheimsgerð ístaðin fyri avbyrging og niðurlaging av vælferðini.

Hesi stóru politisku mál og verkætlanir standa fyri framman, t.d.:

· Fiskivinnunýskipan – serliga um lítið og onki kemur burturúr fyriliggjandi verkætlan

· Menna ferðavinnuna

· Menning av samfelagsbygnaðinum

· Umskipan og rationalisering landsfyrisitingini – felags høli o.a.

· Økismenning og høvuðsstaðarmenning

· Endurskoðan av øllum samhandilsavtalum – tryggja marknaðaratgongd

· Rehabilitering – fysisk og sálarlig endurvenjing

· Framhaldandi skipan av ojuvinnuni – stovna oljugrunn o.a.

· Betri og bíligari ferðasamband við umheimin

Við einari samgongu millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin kunnu vit saman náa enn hægri og støðugan livistandard og vælferð og gerast samfelagsliga kappingarfør við okkara skandinavisku grannalond.

Arbeiðast skal við politiskum visjónum og strategiskum ætlanum fyri Føroyar!

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar kommunu fyri Sambandsflokkin

RN