Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Blaðstjóri í persónligari útspilling

Oddagreinina og síðu 2 í Sosialinum hevur Eirikur Lindenskov altíð brúkt til at niðurgera fólk, serliga politikarar, sum hann annahvørt ikki orkar fyri, ella er ósamdur við

Nú verður oddagreinin eisini brúkt til grova persónliga útspilling.

Privatpersónar fáa av at vita, um teir annaðhvørt bara gera sítt arbeiði, ella hvis man sum politikari dittar sær at finnast at Javnaðarflokkinum, sum er komin sær í ringasta rasshaft av sonevndu ”stjórnarskipanini”.

Í tveimum skrivum havi eg ført fram míni egnu sjónarmið um sonevndu ”stjórnarskipanina” og leiklutin hjá Javnaðarflokkinum í henni. Hetta er politiskt orðaskifti. Men slíkt tola Eirikur Lindenskov og hansara stuðlar ikki, og tí verður lagt ljótt og persónliga eftir fólki, sum í grundini einki hava við málið at gera.


Eyðkennið fyri oddagreinir í framkomnum avísum og tíðarritum er, at tær viðgera mál sakliga og við seriøsari argumentatión. Tað, sum skrivað verður í ordiligum bløðum, hevur hald í veruleikanum, sjálvt um talan kann vera um hugsanir hjá einum blaðstjóra.

Í Sosialinum er ein heilt onnur dagsskrá galdandi. Har er afturvendandi og einvís propaganda og grov manipulatión fyri tí einvísa politikkinum, sum blaðstjórin vartar upp við.

Kósin er heldur einki broytt, síðan blaðið fekk almennan studning í ár. Blaðstjórin á Sosialinum ríður niðarlaga.

Tað hevur ikki verið siðvenja í Føroyum at draga embætisfólk ella privat og professionell fólk, ið gera eitt arbeiði, inn í politiskt kjak. Atburðurin hjá Eirikur Lindenskov er týðiliga merktur av desperatión og lægsta felagsnevnara.

Blaðstjórar hava vald, men tann á Sosialinum dugur hvørki at umsita sítt vald ella at halda vanligan fólkaskikk.

Hevði tað verið í lagi at spilt út professionell embætisfólk ella ráðgevarar hjá javnaðarfólkum, og greitt frá samsýningum teirra?

Hevði tað verið rímiligt at fortalt fólki, at almenni stuðulin til Sosialin er farin til at tryggja sína løn?

Ella at loysingarsinnaði blaðstjórin telist millum húsaspekulantar í høvusstaðnum?

Hvat hevur slíkt við politiskt orðaskifti at gera? Hetta kan ikki verða mátin at samskifta ella hava politiskt orðskifti uppá – og allarminst fyri ein blaðstjóra.

Kinesiska orðatakið hóskar væl til dagsins tekst:

”Tá ið smáir menn kasta langar skuggar, fer sólin niður”.

Edmund Joensen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin