Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bjørnin er vandamikil, tó at hon svevur

2013-08-23 22:08

Eg má siga, at sjáldan havi eg verið so vónbrotin og ill, sum tá eg seinasta vikuskifti frætti, at okkara mentamálaráðharri Bjørn Kalsø í blindum hevði lýst kunngerðina um forskúlar, soleiðis at hon fór í gildi áðrenn nýggja skúlaárið byrjaði mánadagin.

Ja, hann lýsti hana ikki bara í blindum, men eisini fyri væl afturlatnum oyrum. Tí landsstýrismaðurin hevur snøgt sagt ignorerað allar atfinningar, og tær vóru nógvar, sum kunngerðin fekk oman yvir seg, meðan hon enn bara var eitt uppskot. Og hann lýsti hana uttan at Pedagogfelagið hevði havt nýggja uppskotið til hoyringar!

Tað einasta, hann hevur tikið til eftirtektar, eru argumentini – ella ákoyringarnar – frá sínum gomlu starvsfeløgum, lærarunum. Tí er forskúlakunngerðin og harvið eisini teir nýggju forskúlarnir, sum virka í løtuni, ein reindyrkað skúlifisering av tilboðnum til tey seks ára gomlu børnini.

Hetta ger landsstýrismaðurin, hóast øll altjóða gransking og øll vísund – ikki bara ein partur av henni, men ØLL – staðiliga ávarar ímóti skúlifiseringini og staðfestir, at tað er námsfrøði og læring gjøgnum spæl, ið hesin aldursbólkur hevur brúk fyri, og ikki undirvísing.

Eg veit, at tað eru hørð orð, men eg havi bara eitt spjaldur at seta á handfaringina hjá Bjørn Kalsø av hesum máli, sum resulteraði í hesi skúlakunngerðini: dovin inkompetansa.

Tað sigi eg, tí hann hevði so nógvar møguleikar og fekk serverað øll argumentini fyri at gera nakað, sum veruliga kundi verði gott. Gott fyri børnini, ikki bara nú, men sanniliga eisini fram eftir í teirra menning.

Hansara egnu argumentir fyri kunngerðini eru stutt sagt bara útsagnir frá lærarum, foreldrum, børnum, onkrum hendinga pedagogi og kommunalu myndugleikunum, har sum nýggju forskúlarnir hava virkað eina tíð, við Eysturkommunu á odda.

Hesar útsagnirnar eru bara rós og lovorð. Øll eru glað, ikki minst børnini. Børn eru glað, tað er náttúrborið, men tað eru ikki tey, ið skulu skilja ímillum, hvørt tað er best at ganga í barnagarði ella í forskúla. Tað eru vit vaksnu, sum eiga at taka røttu avgerðirnar vegna børnini og teirra framtíð. Hevði tað so verið so, at forskúlin var eitt tilboð í nevndu kommunum, men tað er tað ikki, tað er ein tvungin skipan, tí dagstovnaplássini eru tikin frá teimum. Foreldur í nevndu kommunum kunnu ikki velja forskúlan frá ella barnagarðin til, tí skipanin er tvungin og øll børn, líkamikið hvussu tey eru fyri í menning síni, SKULU í skúla sum bert 5½ - 6½ ára gomul.

Tað, sum eigur at hava alt at siga, er, hvussu stovns/skúla-tilboðini til tey seks ára gomlu best møguligt leggja lunnar undir teirra menning her og nú og samstundis gerast gróðrarbotnur fyri menningini fram eftir. Hetta kann ikki mátast við út á seinnapartin at spyrja børn og foreldur, um tey eru nøgd við dagin í dag. Men djúptstingandi og rúgvusmikið granskingartilfar um hesar spurningar er hinvegin tókt í ríkiligt mát.

Og vit í Pedagogfelagnum og serfrøðingarnir, vit eiga her heima, hava júkað um hetta í áravís nú. Men tað hevur ikki rinið við.

Í staðin hevur landsstýrismaðurin sjálvur verið ein bremsa á øllum tí, ið var stungið út í kortið fyri at betra um námsfrøðina: Endurskoðanin av dagstovnalógini er steðgað, samstarvsráðið umboðandi kommunurnar, Mentamálaráðið og Pedagogfelagið, virkar ikki, og dagstovnaráðið er ongantíð farið at virka.

Tað var Helena Dam á Neystabø, sum á hesum sinni legði lunnarnar undir forskúlakunngerðini, og vit vóru als ikki samd við henni í øllum og slettis ikki um kunngerðina. Men hon hevði tó ætlanir, ið bygdu á hugsanir og visjónir, og hon vildi dialog. Hon stovnaði eisini dagstovnaráðið, sum var eitt gott initiativ, og hon eigur ikki skuldina av, at tað ikki virkar. Dagstovnaráðið skuldi ráðgeva landsstýrisfólkinum í mentamálum í námsfrøðiligum spurningum innan dagstovnaøkið, eins og fólkaskúlaráðið ráðgevur í skúlaspurningum innan fólkaskúlan.

Nú er alt farið fyri skeytið, og av tí sama hevur Føroya Pedagogfelag ongantíð áður brúkt so nógva orku at berjast við Mentamálaráðið sum undir hesi samgonguni.

Og eg eri sannførd um, at Bjørn Kalsø fremur brot á dagstovnalógina, tí hann hvørki vegleiðir, ráðgevur ella fremur eftirlit, sum fyriskrivað í lógini.

§2, stk 2 í dagstovnalógini sigur: Landsstýrismaðurin veitir kommununum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum.

Og § 10, stk. 2 sigur: Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir sambært hesi lóg.

Men hann lurtar hvørki eftir okkum í Pedagogfelagnum ella serfrøðini, og hann hevur ikki havt nakra námsfrøðiliga servitan at styðja seg til í síni umsiting heldur.

Einasti fulltrúin, sum umboðar dagstovnaøkið/pedagogfakligheitina í Mentamálaráðnum, var fyrst sett niður í hálva tíð, og hevur hetta seinasta árið verið í farloyvi, uttan at nakar við námsfrøðiligum kunnleika varð settur í staðin.

So tá landsstýrismaðurin í grein á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum sigur, at tað eru “breitt útbúgvin fólk Í Mentamálaráðnum, sum sita og arbeiða við hesum javn og samt”, so eru tað í øllum førum ikki fólk við námsfrøðiligari servitan og kunnleika, hann meinar við.

Sannlíkt er talan um eftirútbúnar lærarar, ið tradisjonelt eru væl umboðaðir í fulltrúasessunum í Mentamálaráðnum.

Eg kann bara staðfesta, at hóast Føroya Pedagogfelag hevur tvífalt so nógvar limir í starvi á dagstovnaøkinum, sum tað eru lærarar til samans í landinum, so sæst hetta ikki á nakran hátt aftur í nýlýstu kunngerðini ella í virðingini, landsstýrismaðurin vísir hesum týdningarmikla ábyrgdarøki sínum.

Lat meg at enda koma við einum hugskoti til nú formaliseraðu forskúlarnar. Onkra løtu, tá undirvísing ikki er skránni, kundu tit lært børnini hetta danska sangspælið:

Bjørnen sover,

bjørnen sover

i sit lune bo!

Han er ikke farlig,

når man blot er varlig!

Men man kan dog,

men man kan dog,

aldrig på ham tro!

Maud Wang Hansen

forkvinna í Føroya Pedagogfelag