Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Bjørn setir fyrispurning um rættartrygd og heilsutrygdargjøld

Heilsupolitikkur - 

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur 13. september 2018 sett ein fyrispurning um rættartrygd og heilsutrygdargjøld, til landsstýriskvinnuna í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Løgtingsmaðurin spyr hesar spurningar:

1. Ber til hjá almennum stovni ikki at geva seg undir avgerð, kærumyndugleiki hevur tikið, og sum borgari hevur fingið viðhald í?

2. Tók Kærustovnurin í 2014 avgerð um, at føroyingar, ið eru sosialt tryggjaðir í øðrum norðurlandi og gjalda til sosialar skipanir har, ikki eisini skulu gjalda eitt nú heilsutrygdargjald í Føroyum?

3. Um svarað verður játtandi í øðrum spurningi: Er tað rætt, at hóast Kærustovnurin hevur givið nevndu føroyingum viðhald, og bæði Heilsutrygd og Heilsu- og Innlendismálaráðið hava viðurkent avgerðina, eru framvegis ikki tikin neyðug stig til at gera eftir avgerðini?

4. Hvussu mangir føroyingar hava søkt um at sleppa undan at gjalda til tvær skipanir?

5. Hvussu long tíð er farin, síðan umsóknirnar komu inn, og hvussu mangir umsøkjarar hava fingið svar?

6. Heldur landsstýrismaðurin, at rættartrygd borgaranna er í lagi, sæð í ljósinum av málsgongdini?

7. Ætlar landsstýrið at endurgjalda teimum, ið av órætti hava verið noydd at gjalda til tvær sosialar skipanir?

8. Fara stig at verða tikin, ið gera, at tað frameftir slepst undan dupultum gjaldi?

9. Nær kann roknast við, at rættað verður upp á skeivleikan?

Viðmerkingar

Í hvassorðaðum skrivi undir yvirskriftini: “Er rættartrygdin í vanda av almennum stovnum”, hevur formaðurin í felagnum hjá útisiglarum, Antares, funnist at landsstýrinum og almennum stovnum, í sambandi við ta viðgerð útisiglarar hava fingið, tá um gjøld til sosialar skipanir ræður.

Sambært honum hava útisiglarar av órøttum verið noyddir at gjalda dupult.

Hóast málið er kært og útisiglarar hava fingið viðhald, heldur skipanin við dupultum gjaldi, sambært formanninum í Antares, fram.

Í einum broti í greinini sigur formaðurin í Antares: “Tak nú Heilsutrygd, til dømis. Í 2014 gjørdi Kærustovnurin av at føroyingar, ið eru sosialt tryggjaðir í øðrum norðurlandi og gjalda til sosialar skipanir har, ikki eisini skulu gjalda í Føroyum. Hetta er sambært føroysku stýrisskipanarlógini og norðurlendskum sáttmála, sum Føroyar eru partur av og eisini gera sær dælt av í øðrum samanhangum. Men nú byttan vendir hinvegin, er ikki so líka til.

Tí hóast Kærustovnurin hevur givið hesum borgarum viðhald og bæði Heilsutrygd og Heilsu- og Innlendismálaráðið, ið varðar av Heilsutrygd, hava viðurkent avgerðina, hava tey enn ikki, nú tað gongur á fimta ári, tikið neyðug stig til at gera eftir avgerðini.”

Av tí at eingin almennur stovnur ella umboð fyri landsstýrið hava avvíst uppáhaldinum, verða oman fyri standandi spurningar settir.

Sambandsflokkurin