Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Bjørg Dam stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin.

2015-04-27 18:59

Eg bjóði meg fram til komandi løgtingsval, m.a. tí eg kann betra um lívið sum familja í Føroyum, sigur 39 ára gamla Bjørg úr Havn.

Bjørg er ættað av Argjum, er gift og mamma at trimum børnum 0, 7 og 8 ár. Hon hevur lisið til eksportteknikara á Niels Brock, hevur m.a. verið handilsleiðari og sjálvstøðug vinnurekandi. Eftir fýra árum í TUTL fór hon at lesa føroyskt á Setrinum, hagani hon er í barsilfarloyvi í løtuni.

Eg meti, at ein góður familjupolitikkur og vinnupolitikkur er loysnin úr nógvu avbjóðingunum føroyskar familjur og samfelagið stríðast við.

At leingja barsil og geva foreldrum betri møguleika at verða um børnini tá tey eru lítil, er ein treyt fyri framburð og vøkstur í Føroyum og loysnin uppá tilflyting, støðugt barnatal, trivnað og menning hjá børnunum.

Familjan skal sjálv óbeinleiðis verða við til at fíggja betraðu familjutreytirnar við at tillaga nýtsluvanarnar.

Føroysk framleiðsla hevur stórar vakstrarmøguleikar í ferðavinnuni, men kanska serliga, í betri nýtsluvanum hjá familjunum, sum við upplýsing og størri tilviti, kunnu leggja meira pening eftir í føroysku handlunum, hjá bóndunum, hjá fiskimanninum, listafólkunum, íverksetaranum og tænastuvinnuni sum heild, og á hendan hátt verða við til at økja eftirspurnininum av føroyskari framleiðsu. Vinnan skal hava bestu karmar at virka og selja undir, og á hendan hátt kunna vaksa um útboðið av vørum og tænastum til familjurnar. Hendan synergieffektin gevur umframt meirinntøkur hjá landinum at rinda fyri betraðu familjukorini, eisini eitt týdningarmikið umhvørvisgagn.

Mín politikkur snýr seg í stuttum, um at tillaga nakrar skipanir til gagns fyri okkum, okkara tilfeingið og náttúru.

Bjørg stillaði upp fyri Javnaðarflokkin til seinasta býráðsval, og fyri Sambandsflokkin í 2004. Hon situr m.a. í Musikskúlanevnd Tórshavnar Býráðs, nevndini fyri Barnabókmentaheiðursløn Tórshavnar Býráðs, Ráð teirra lesandi á Setrinum og er annar varalimur í Tórshavnar býráð.