Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bispurin og krúnprinsurin

Vit lærdu í skúlanum søguna um storkin sum bjóðaði revinum til eitt betri máltíð. Storkurin hevði fyrireika ein flótandi rætt sum hann hevði helt uppí ein høgan karaffil. Men revurin rakk ikki til at fáa snútan niður gjøgnum tann smala stelkin á karafflinum. Tað endaði so við at storkurin át allan rættin sjálvur. Kanska var tað eisini meiningin. Revurin fór til hús aftur svangur og súrur. Hann helt ikki at hettar var nakað stórt upplivilsi, kanska heldur ein niðurgering.

Eg veit ikki hvussu súrur ein krónprinsur kann blíva. Ella fyri tað prinsabørnini tá tey vóru boðin í kirkju farna sunnudag.

Bispur hevði so boðið teimum til guðstænastuna í Sandavágs kirkju tann seinasta vitjunardagin hjá teim kongaliga í Føroyum.

Bispur hevði valgt at sálmasangurin skuldi verða á føroyskum. Hvørki krónprinsurin ellan familjan duga ella skilja føroyskt. Og so sang tað annars frálíka Vágakórið tveir sangir, eisini á føroyskum. Og so sang og spældi ein av okkara frægu troubadurum Teitur Lassen tveir sangir ,eisini á føroyskum. Og so var tað prædikan hjá bispi. Hon var Gudhjálpimær eisini á føroyskum. Og sum tað ikki var nokk.Tey kongaligu fingu rætt og slætt at vita at um tey endiliga vildu vita hvat tað var bispur hevði prædika fyri teimum, so kundu tey bara fara heim og sjálvi finna fram til og lesa eina yvirseting av prædikuni á internetinum.

Her var tað líkasum at ein hoyrdi storkin siga við revin « um tú endiliga vilt hava mettuna, so kannst tú bara fara heim og sjálvur gera tær eina máltíð ».

Og so hevði bispur valgt teir longstu sálmarnar sum eru í sálmabókini. Tað var pínligt at síggja kongabørnini sita og keða seg, geispa  og til seinast fóru tey næstan at beistast.

Eg kann ikki siga bispi takk fyri eina tærnakrympandi uppliving. Takka fyri  hendan longsta tíman í hesum árinum ? Fyri hesa í mínum eygum skammiligu viðferð av teim kongaligu ?  Har var rætt og slætt onki at takka fyri

Tað var nú spell fyri sandavágsfólk við teirra snotuligu kirkju. Og tað var spell fyri Vágafólk, tí vit hava her vesturi kanska teir bestu prestarnir á Føroya landi. Nakað ørvísið um tey sjálvi høvdu sloppi at skipa fyri og kunna lyft upp Sandavágs kirkju  til tað sum hevði sømt seg, so stásilig sum hon nú einaferð er.

Men kanska var hettar bara ein mynd av okkara fólkakirkju soleiðis  sum hon nú einaferð. Vit vóru fleiri sum høvdu eina vón um frískar vindar tá gamli bispurin legði frá sær. Hann hevði jú tað strategi at kirkjan skuldi verða soleiðis sum hon altíð hevði verði. Alt meðan kirkjubenkurnir bara blivu rúmsligari fyri hvønn sunnudag.

Men tað var ikki nógv at hava tað vónina í. Langar skriftir og fyrilestrar  í miðlum og í bløðum. So tungt og langsamiligt. Gud viti um nakar í hesi stressaðu verð hevur tíð ella orku at lesa hesar hugleiðar frá farnari tíð. Verðin rullar alsamt skjótari. Og tað átti kirkjan at kunna fyrihildi seg til.

Tey ungu sum einaferð skullu vera tær berandi súlurnar eru so fremmandgjørd sum nakrantíð í kirkjusøguni. Tað skal meira til, enn langsamiligar fortíðar fyrilestrar fyri at fanga tey ungu. At fáa tey at fata at tað er ein onnur verð uttanfyri ella við síðuna av snapchat, youtube og facebook.

Og tað skal meira til enn ein blýggjtungur bispur fyri at kirkjan skal fata tær avbjóðingar sum kirkjan stendur yvirfyri í hesi rembingartíðini. Og at kunna takað upp avbjóðingarnar, bæði í orðum og gerðum.