Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

BILLY GRAHAM, sjálv jarðarferðin

Kristiliga Tíðindatænastan v/poul jóhan djurhuus / gjaranes@gmail.com / Tlf: 228314

SKRIVAÐ: 05.03.2018

MYNDIR: Franklin Graham talar / Kistan borin inn í tjaldið av familjuni

Hoyr tíðindasendingina á R7.fo Leita: Kristiliga Tíðindasendingin nr.63

     

____________________________________________________________________________________________________________________________________________

Jarðarferðin var fríggjadagin 02. mars kl.17:00 føroyska tíð. Billy Graham varð jarðaður í einum gravstaði, eisini kallað Bønarstaðið, sum hoyrir til Billy-Graham-Savnið, í býnum Charlotte í North Carolina, har kona hansara eisini liggur grivin. Samverkamenn hansara, Cliff Barrows og solosangarin George Beverly Shea, eru eisini jarðaðir á hesum gravstaði. Charlotte er barndómsbýurin hjá Billy.

EVANGELISKIR TÓNAR: Billy Graham ynskti, at jarðarferðin skuldi vera ein løta har tala og sangur avspeglaðu evangeliska boðskapin og sangin, sum altið var høvuðsinnihaldið í hansara mongu evangelisku fundarøðum kring heimin. Tað var sonurin, Franklin Graham, sum helt høvuðsprædikuna. Tað má sigast, at hann helt seg væl til aðalynski pápans, um at halda fram evangeliska boðskapin.

FIMM SYSTKIN: Øll fimm børnini hjá Billy og Ruth høvdu hvør sítt stutt innlegg, har tey úttryktu minnir frá barnaheiminum. Ann, sum er nr. 2 í systkinaflokkinum, segði, at hon mintist væl, at tá mamman læs úr bíbliuni saman við teimum, so læs hon altið eitt tekstbrot og hevði eina bøn, uttan at siga nakað um tekstin, men tá pápin var heima, var tað hann, ið læs og bæð saman við teimum, men hann hevði altið eina viðmerking til tað, sum varð lisið.

Ruth, sum er nr. 3 og er uppkallað eftir mammuni, segði frá einum serligum minni millum pápan og seg. Hon greiddi frá, at í sínum yngri døgum hevði hon verið sterkt ávarað av pápanum, um ikki at halda fram á eini ávísari skeivari leið, sum hon var komin inn á. Hon segði, at hon gjørdi beint tað mótsatta av hvat pápi hennara ráddi henni til, við tí úrsliti, at hon kom skjótt ógvuliga illa fyri. Hon hevði onga aðrastaðni at fara, uttan at fara heim til foreldrini, og hon segði, at tá hon kom koyrandi eftir innkoyringini til hennara barndómsheim, tá stóð pápi hennara uttanfyri og tók ímóti henni við opnum ørmum uttan fordøming av nøkrum slag og ynskti henni vælkomna heim. Ruth legði afturat, at tað løtuna sá hon veruliga, at Gud er ein elskandi faðir.

Jógvan Zachariassen, sum var við til jarðarferðina, viðmerkti, at tá Ruth segði hesa søguna, tá var tað sum um, at jarðarferðin varð lyft upp á eitt enn hægri støði.

FORSETIN OG VARAFORSETIN: Millum jarðarferðargestirnar vóru bæði forsetin Donald Trump og Varaforsetin Mike Pence og konur teirra. Jógvan Zachariassen segði í eini samrøðu við Kringvarpið um jarðarferðina, at orsaka av, at bæði forsetin og varaforsetin vóru til staðar gjørdi, at jarðarferðin var fulkomiliga kringsett av løgreglu og trygdarvaktum, við tí úrsliti, at man stóð fleiri tímar í bíðirøð, tá meira enn 2.000 gestir skuldu ígjøgnum trygdareftirlitið.

FØROYSK UMBOÐAN: 2.300 gestir úr øllum heiminum vóru bodnir at vera við til jarðarferðina, sum sótu í einum stórum tjaldi, ið var reist á gravstaðnum. Tvey umboð fyri Føroyar vóru boðin at vera við: Evangelisturin Svenning av Lofti og pastorurin í samkomuni Lívdin, Jógvan Zachariassen.

STROYMING: Jarðarferðin, sum var seinasta fríggjadag kl.17:00 føroyska tíð, varð stroymd, og fólk í túsundatali um allan heim sótu við teldurnar og kundu fylgja við jarðarferðini, sum má sigast at vera ein jarðarferð, sum hóskaði einum sonnum statsmanni.