BILLY GRAHAM - jarðarferð

MYNDIR: Myndirnar eru frá CAPITOL ROTUNDA. Donald Trump og Mike Pence vóru millum tey, sum tóku ímóti. Smágentan er 5 ára gamla langabbadóttur Billy, sum fegin vil nema við kistuna hjá langabbanum


Fyri góðari viku síðani, mikudagin 21. februar, komu boðini, at heimskendi evangelisturin Billy Graham er deyður.

Tíðindini fóru sum skógareldur um alllan heim, og nógv hevur verið gjørt burtur úr minninum eftir Billy Graham í altjóða miðlunum síðani tíðindini bórust.

Hvítu Húsini í Washington DC, har Billy Graham hevur verið andaligi ráðgevin hjá fleiri av forsetunum, tók samband við familjuna við tað sama við samkensluheilsan, har Amerikanska Stjórnin úttrykti ynski fyri familjuni at kistan varð sett til heiðurs í stóra runda Capitol-salinum, ikki langt frá Hvítu Húsunum.

CAPITOL ROTUNDA – “TO LIE IN HONOR”

Tá kistan varð borin inn í Capitol-salin, vanliga róptur Capitol Rotunda, mikumorgunin 28. februar, varð kistan móttikin av Donald Trump forseta og konu hansara Melaniu Trump, og av varaforsetahjúnunum Karin og Mike Pense, har eisini umboð fyri republikanarar og demokratar tóku ímóti, og eitt stórt tal av diplomatum.

Allan mikudagin, 28. februar, lá kistan við Billy Graham til heiðurs í Capitol-salinum, har Amerikanarar í túsundatali gingu framvið kistuni til tess at vísa evangelistinum takksemi og heiður.

JARÐARFERÐIN

Jarðarferðin verður í m0rgin, fríggjadagin 02. mars kl.1700 føroyska tíð. Billy Graham verður jarðaður í einum gravstaði, eisini kallað Bønarstaðið, sum hoyrir til Billy-Graham-Savnið, í býnum Charlotte í North Carolina, har kona hansara eisini liggur grivin. Samverkamenn hansara, Cliff Barrows og solosangarin George Beverly Shea, eru eisini jarðaðir á hesum gravstaði.

EVANGELISKIR TÓNAR

Billy Graham hevur ynskt, at jarðarferðin skal vera ein løta har talan og sangurin avspegla evangeliska boðskapin og sangin, sum altið var høvuðsinnihaldið í hansara mongu fundarøðum kring heimin. Tað verður sonurin, Franklin Graham, sum kemur at hava høvuðsprædikuna.

FØROYSK UMBOÐAN

Tað eru 2.300 gestir, sum eru bodnir at vera við til jarðarferðina, sum koma at sita í einum stórum tjaldi, ið er reist á gravstaðnum. Tvey umboð fyri Føroyar eru eisini boðin at vera við, og tey eru Evangelisturin Svenning av Lofti og pastorurin í samkomuni Lívdin, Jógvan Zachariassen. Teir komu til Charlotte í North Carolina í gjárkvøldið, tá Kristiliga Tíðindatænastan hevði samband við teir í telefonini.

STROYMING

Jarðarferðin verður kl.17:00 føroyska tíð, og hon verður stroymd beinleiðis. Stroymingin byrjar kl.15:00 á BGEA.org og eisini ber til at fara inn á EVR.fo og nýta eina leinkju til stroymingina.