Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bíligari bilferðaseðlar til pensionistar

2019-08-10 16:10

Tað er at gleðast um, at pensionistar, sum ferðast við SSL, bert rinda 50% av vanliga fer ðaseðlaprísinum hjá SSL.

Fyri at taka eitt dømi, so kostar ein vanligur ferðaseð il vi ð Smyrli kr. 80,-, men ert tú pensionist, so kostar fer ðaseðilin kr. 40,-. Hetta er eitt frálí kt á tak, sum uttan iva gagnar n ó gvum pensionistum.

Hin vegin, so er tað sama ikki galdandi, um ein pensionistur hevur bilin við, tá skal hann rinda 100% av vanliga bilfer ðaseðlaprísinum, t.v.s. heilar kr. 225,- við Smyrli.

So kann man spyrja seg sjálvan, hví sami avsláttur ikki er galdandi, tá talan er um ferðaseðlar við bili? Eg havi ikki svarið, men eg vildi fegin ynskt, at hetta ikki var so, tí ongin annar aldursb ó lkur hevur so st óran t ørv á bili, sum akkurá t pensionistarnir.

Kristina Roest, valevni Javnaðarflokkurin