Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Bíðilistar og nýtsla av skannarum á Landssjúkrahúsinum

2019-02-05 17:54
Heilsupolitikkur - 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning viðvíkjandi bíðilistum og nýtslu av MR- og CT-skannarum á Landssjúkrahúsinum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hvussu langir eru bíðilistarnir í løtuni til MR- og CT-skannararnar á Landssjúkrahúsinum?

2. Hvat er gjørt seinasta árið fyri, at fólk ikki skulu bíða ov leingi at sleppa framat MR- og CTskannarunum?

3. Hvussu nógv verða MR- og CT-skannarnir nýttur um vikuna?

4. Hvat er tað mest optimala nýtslan fyri ávíkavist MR- og CT-skannarnar fyri at stytta um bíðitíðina?

5. Hvør er orsøkin, um so er, at MR og CT-skannararnir ikki verða fult gagnnýttir?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at nøkur av teimum tólum í okkara sjúkrahúsverki, sum hava serliga stóran týdning fyri útgreining av okkara borgarum eru skannarar. Hesi tól eru hjá sera nógvum við til at fáa staðfest, hvat bagir og síðan grundarlag fyri at seta í verk eina viðgerð.

Tað er samstundis nakað, sum bendir á, at nógvir borgarar ikki sleppa framat hesum tólum, eitt nú á Landssjúkrahúsinum, og m.a. tí eru nógvir føroyingar, sum tekna sær privatar tryggingar fyri at tryggja sær, at um okkurt verður áfatt, so sleppa tey sum skjótast til útgreining og viðgerð á sjúkrahúsi uttanlands.

Fyri ikki at taka grundarlagið undan okkara egna sjúkrahúsverki, er neyðugt at okkara dugna­ligu starvsfólk innan sjúkrahúsverkið fáa neyðugar ressursir til at stytta um bíðilistarnar. Eisini er neyðugt, at samskipanin millum tey 3 sjúkrahúsini verður betri.

Tað kostar nógv fyri okkara samfelag, at fólk ganga óneyðuga leingi við heilsuligum avbjóðingum, bæði kropsliga og sálarliga.

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at vit føroyingar eiga at fáa somu møguleikar sum í Danmark viðvíkjandi viðgerðartrygd og at t.d. MR- og CT-skannarar verða brúktir optimalt.

Tá tað vísir seg, at fólk framvegis standa á bíðlista, so vil eg enn einaferð seta spurningin, um vit seta nóg mikið av ressursum til, at vit brúka skannararnar optimalt á Landssjúkrahúsinum, og hvørji ítøkilig átøk eru gjørd fyri at stytta um bíðilistarnar at sleppa í skannararnar - hetta síðani eg í januar 2018 spurdi um sama evnið.

Sambandsflokkurin