Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Biddaragreipan

2021-12-09 09:18

Fríggjakvøldið sóu vit í Degi og Viku ein dámligan barbadosbúgva, sum býr á Toftum.

Hann greiddi frá, hvussu glaður hann var, nú heimstaður hansara, Barbados, var vorðin lýðveldi. Oyggin loysti frá Stórabretlandi 30. nov. 1966 og lýsti seg lýðveldi at vera 30. nov. 2021.

Hann fegnaðist m.a. um teir møguleikar, sum hetta skapti, og um tað sjálvsálit, sum fólkið nú kennir.

Á Barbados búgva úti við 300.000 fólk, og bruttotjóðarúrtøka teirra verður søgd at vera í miðal um 18.800 dollarar fyri hvønn einstakling – tað svarar til 124.080 kr. í okkara peningi.

Til samanburðar politiskt kunnu vit siga, at Føroyar fingu eitt ússaligt heimastýri í 1948, og síðani tá er einki hent stjórnarskipanarliga.

Nú búgva um 53.000 fólk í Føroyum, og bruttotjóðarúrtøkan sigst liggja um 387.000 kr. fyri hvønn føroying. Fyri hvønn dana er sama tal um 353.000.

Nógv føroysk ítróttafólk gera vart við seg úti í heimi. Hondbóltsspælarar spela títtir á fótum í fleiri grannalondum, og ein teirra sigst vera heimsins besti leikari í sínum aldursbólki.

Øðrvísi er við politisku umboðum okkara úti í heimi – á danska fólkatinginum.

Biddaragreipan, teir báðir, Sjúrður og Edmund, tykjast hvørki at hava føtur, øklar ella fótleggir, men aka á knøum, sum føroyingar gjørdu fyri fleiri hundrað árum síðani, tá ið teir í skrivum til kong byrjaðu við orðunum: “Vi fattige folk udi Færø”.

Onkur av bestu hondbóltsleikarum okkara umboðar Danmark á hægsta stigi, men yngra ættarliðið hugsar eftir øllum at døma øðrvísi: Tey hava hildið saman og ætla sær - at vísa seg - at halda saman, undir Merkinum.

Sjálvsagt skulu hesi ungu – kvinnur og menn - hava eina høll, men hana skulu vit sjálv gjalda, og inntøkumøguleikarnir eru góðir, nú ráð eru til at geva milliardafyritøkuni almannahjálp umvegis FAS, og fólksins ogn verður latin nøkrum fáum reiðarum, summir strámenn fyri útlendsk feløg.

Ungu bóltsnillingarnir spæla okkum skjótt til okkurt endaspælið og kunnu bøta um umdømið, sum okkara høgravendu politikarar hava spilt við at slóða fyri, at føroyingar eru kendir úti í heimi sum tjóð, ið eyðrænir lond sum Namibia og Kongo – har er bruttotjóðarúrtøkan fyri hvørt fólkið ávikavist kr. 28.000 og kr. 5.500 - móti okkara næstan kr. 400.000.

Og vit kalla okkum ein kristna tjóð – eg meini tað!

Árni Dahl