Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bíbliuhandritini og bíbliukritikkur

2013-08-20 22:17

Førleikin at lesa í fyrstu øld, tá nýtestamentligi teksturin varð skrivaður, var sera lítil. Umleið eitt prosent av grikska-rómverska fólkinum hevði hendan førleikan, og tað vóru uppaftur færri, ið dugdu at skriva meta serfrøðingar. Støðan var rættiliga nógv øðrvísi í jødiska samfelagnum. Jødar roknaðu seg sum fólk bókanna.

Tískil var tað av størsta týdningi, at hvør einstakur jødi dugdi at lesa. Kristindómurin var jødiskur í fyrstu øld og tí var hesin sami hugburður yvirførdur til tey kristnu. Tað var tí stórur dentur lagdur á kunnleika, skriving, skriftir og gransking longu í fyrru helvt av fyrstu øld. Nýggja testamenti og søgan aftaná er eitt týðiligt dømi um henda veruleika, og tað eru í dag søgufrøðingar, sum meina, at kristna samfelagið í fyrstu og aðru øld kanska hava mint um ein skúla.

Skrivitilfar. Innan tekstkritik er tað umráðandi at geva sær far um tey amboð og tað skrivitilfar sum tey kristnu høvdu.

Papyrus. Tey kristnu brúktu ivaleyst papyrus at skriva á í fyrru helvt av fyrstu øld. Papyrus var ein planta, sum serliga vaks við nilánna í Egyptalandi. Í gamlari tíð var tað papyrusplantan sum tryggjaði, at nóg mikið var av skrivitilfari, og hettar var heldur ikki kostnaðarmikið tilfar. Tí undrar tað ongan, at nýtslan av papyrus var stór.Elsta papyrushandritið í okkara varðveitslu í dag stavar frá árinum 2400 fyri Kristus. Vit vita harnæst, at papyrus varð nýtt líka inn í 8. øld eftir Kristus.

Plantan, sum vaks við nilánna, kundi gerast millum ein til tveir metrar høg. Fyri at gera skrivitilfar varð plantan skorin upp, og farið varð eftir tí innara lagnum, sum bar heiti biblos (haðani vit fáa orðið bíblia, og sum merkir bók). Hetta innara lagið varð skorið í smalar strimlar, sum vórðu lagdir lið um lið í tveimum løgum, sum krossaðu yvir hvørt annað. Løgini vórðu løgd at turka eftir hetta. Úrslitið var skrivitilfar, ein síða, sum var kalla 'xartes' (chart). Fleiri av hesum síðum vórðu síðani límaðar saman og vanliga seldar í rullum við umleið 20 síðum hvør. Ein slík bókrulla var vanliga eisini kalla biblos. Papyrustilfarið helt vanliga í 80-100-150 ár og kundi halda nógv longur í einum heitum og turrum veðurlagi. Tey elstu nýtestamentligu handritini, vit í dag hava um hendur, eru av papyrus og hava hildið rættiliga væl, í heili 18-1900 ár, orsaka av turrum og heitum oyðimarkarveðurlagi.

Skinn (pergament: bók og rulla). Hesi vóru kostnaðarmikil og ikki hvørs mans ogn. Tað elsta pergamenthandritið, vit í dag hava, er frá árinum 1500 fyri Kristus. Munurin at nýta skinn og papyrus var tann, at skinn vanliga var nýtt til notatir, har ein seinni skavaði tekstin av og síðani endurnýtti tilfarið. Fyrimunurin við skinntilfari var, at rullan ella bókin helt sær nógv betur og nógv longur. Tað var eisini lættari at skriva á skinn og skilligari at lesa. Tey kristnu gjørdu eisini brúk av skinntilfari til teirra heiløgu skriftir, sum bókmentir, heldur enn bara til notatnýtslu. Paulus biður Timoteus í Seinna Timoteusarbrævi 4:13, at taka skinnbøkurnar við sær, tá teir næstu ferð skulu hittast.

Frá bókrullu til Kodexbókina. Tekstkritikkarin má geva sær far um, hvat slag av bókum tey kristnu nýttu. Serstakliga vóru tað tvey sløg. Tað mest nýtta var ivaleyst bókrullan, sum kundi vera av samansettum papyrus ella skinn. Men við endan á fyrstu øld fóru tey kristnu frá bókrulluni til at nýta kodex (eina bók við blaðsíðum). Tey kristnu settu bókina saman av papyrus, heldur enn skinn. Hettar hevði ikki verið vanligt áður, tí var hettar eisini rættiliga kollveltandi. Eftirsum tey kristnu brúktu teirra skriftir nógv, kom hettar rættiliga væl við, og bókrullan var torfør at at nýta, av tí at hon mátti opnast og rullast, serstakliga um teksturin var nógvur. Av hesum íkom orðatakið um bókrulluna: 'Ein stór bók, ein stórur óndskapur'. Hettar forklárar eisini, hví evangeliini vórðu skrivað, sum tey vóru, hví høvundurin var noyddur at velja og vraka part av kelduni, sum undan hesum hevði verið yvirførd og endurgivin munnliga. Hendan munnliga keldan í stødd hevði mint meiri um eitt lítið bókasavn, og hetta nógva tilfarið hevði verið ógjørligt at fest niður á blað, sigst tað. At tey kristnu nýttu papyrusbøkur heldur enn skinn, gjørdi tað eisini møguligt at kopiera ein hóp av hesum lætt nýtta bíbliutilfari, sum síðani fór í umferð.

Tað er eisini týdningarmikið at nevna skriftstílin í hesum høpi. Í 1. til 8. øld e.Kr. nýttu skribentar serstakliga uncial skriftstílin. Hetta var ein sera trupul skriviháttur, har ið allir bókstavir vórðu skrivaðir við stórum stavum og uttan millumrúm millum orðini. Uncial er torført at lesa og leiddi tí oftani til feilir. Elstu handritini úr 2. til 8. øld eru skrivað við uncial. Men í 8. øld verður farið frá at nýta uncial til at nýta miniscule skriftstílin. Fyrimunurin var, at teksturin nú varð skrivaður við lítlum við millumrúmi millum orðini. Teksturin var nú lættari at lesa og kopiera.

Tað ógvusliga stríði millum bíbliukritikkarar og nógvar kristnar serfrøðingar ger seg galdandi her. Spurningarnir snúgva seg eitt nú um mongd, tíðarfesting og dygd. Tað verður spurt síðani, um handritini kunnu føra okkum aftur til upprunatekstin, og um upprunateksturin er blivin varðveittur gjøgnum øldirnar. Vit hava í løtuni umleið 5780 griksk nýtestamentlig handrit, 10000 latínsk og umleið 5000 á øðrum aldargomlum málum. Tó stava flestu av hesum frá tíggjundu øld og frameftir, og av teimum elstu handritunum stava einans 124 frá teimum fyrstu 400 árunum, frá aðru til og við fjórðu øld. Hetta merkir so, at í teksthøpi er kristindómurin betur staðfestur enn nøkur onnur religión og søga í heimsøguni. Tað eru tríggjar ferðir so nógv nýtestamentlig handrit fyri 2-3 øldir, sum tað eru heili 2000 ár av handritum, sum umfata rómversku-griksku fornaldarsøguna og heimspekina.

Tað elsta nýtestamentliga handriti sum er alment kent í dag, er John Ryland. Handritið er á stødd við eitt visakort og inniheldur Jóhannesar Evangeliið kapitul 18 á báðum síðum. Tað er ein møguleiki, at handriti varð skriva í ár 165, men flestu serfrøðingar tíðarfesta tað millum ár 100-140. 10-50 ár eftir, at seinasti ápostulin er deyður, og evangeliið upprunaliga varð skrivað, og 0-40 ár eftir, at øll eygnavitni Jesusar eru deyð. Polycarp úr Smyrna var ivaleyst seinasti lærisveinur ápostlana, sum doyði umleið ár 140 og var lærisveinur Jóhannesar. Tí er John Ryland skrivað í samtíð Polycarps.

Bodmer Papyrus handritið, inniheldur ein stóran part av Lukas og Jóhannes, og tað er sannlíkt, at handritið eisini innihelt Matteus og Markus. Handritið verður vanliga tíðarfest ár 175-225.

Chester Betty Papyrus handritið inniheldur Matteus, Markus, Lukas, Jóhannes og Ápostlasøguni í einari samling. Tíverri hevur tíðin etið ein stóran part av handritinum upp, og eftir hava vit bara partar av øllum fimm. Vanliga verður handritið tíðarfest fyrru helvt av tiðju øld.

Codex Sinaiticus er tað fyrsta heila handritið av Nýggja Testamenti, tíðarfest einaferð millum ár 325-350.

Nýggj handrit eru komin undan kavi. Talan er møguliga um 18 handrit, har tað eina, sum inniheldur Lukas, møguliga er eldri enn John Ryland og eitt lítið handrit við Markus, sum møguliga kann tíðarfestast í fyrstu øld.

Bergur Nónklett