BÍBLIU- OG TÓNLEIKAFERÐ - hugnaligt og góður felagsskapur!

SKRIVAÐ: poul jóhan djurhuus, Glyvrar 24.03.2018 gjaranes@gmail.com tlf: 228314

MYND: Norrøna við bryggju á Seyðisfjørðinum

______________________________________________________________________

BÍBLIU- OG TÓNLEIKAFERÐ

- hugnaligt og góður felagsskapur

Í fleiri ár hevur verið skipað fyri Bíbliu- og Tónleikaferðum við Norrønu millum Havnina og Hirtshals. Aftur í ár verður skipað fyri eini tílíkari ferð í døgunum 19 – 22 august.

Møguleiki verður at vitja handilsgøtuna í Hirtshals, og eisini er hurðin opin inn til føroysku hølini á Malta, sum liggur beint við handilsgøtuna, har altið ein ókeypis drekkamuður er á borðinum.

Farið verður av Havnini sunnukvøldið 19. august kl.23:30 og komið verður aftur á Havnina mikudagin 22. august kl.17:30

Skipað verður fyri bíbliutímum og sangløtum bæði á ferðini niður og á ferðini heim. MC Restorff, Jóannes S. Hansen og Oasubrøðurnir koma at standa fyri sangløtunum.

Símun Pætur á Torkilsheyggi, Billy Djurhuus Hansen og Eyðun Elttør hava bíbliutímarnar. Eyðun kemur eisini at hava fyrilestur við atliti til samkomuna í Betesda, sum helt 100 ára føðingardag seinasta ár.

Talan er um eina bíliga ferð: 1.695,00 krónur, og tá er íroknað allar morgunmatar- og kvøldbufféirnar í Norrøna-bufféini.

Samskiparar av ferðini eru Martin Dam Joensen, Smyril Line og Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar tlf: 228314 

Um ein ynskir at vita meir um ferðina kann ein eisini ringja á tlf: 228314 Tilmelding fer fram á Smyril Line tlf: 345900