BÍBLIU - OG TÓNLEIKACRUISE - Norrøna 19 - 22 august 2018

Kristiliga Tíðindatænastan v/Poul Jóhan Djurhuus - gjaranes@gmail.com - Skrivað: pjd 28.08.2018


BÍBLIU- OG TÓNLEIKACRUISE - Norrøna 19 – 22 august 2018

Tað var ein væl eydnað Bíbliu- og Tónleikacruise við Norrønu 19 – 22 august millum Havnina og Hirtshals. Ikki færri enn 117 fólk vóru við í ferðalagnum, sum upplivdu bæði bíbliutímar, fyrilestur og sangløtur. Bæði luttakarar, tónleikarar og undirvísarar vóru í góðum hýri, sum kom til sjóndar í skellilátrum, tá eitthvørt skemtiligt varð viðmerkt, sum ikki var so lítið av.

UNDIRVÍSING : Bíbliutímarnir umboðaðu fleiri álvarsom evni: Símun Pætur á Torkilsheyggi talaði um munin millum tað góða og tað illa. Eyðun Elttør talaði um ørnina í Sálmi 103, og Billy Djurhuus Hansen talaði um Kanaansland sum ímyndin av okkara kristna lívi í dag; og Billy, sum hevði tveir tímar, talaði eisini um evnið, at alt samvirkar til góða fyri tey, sum elska Gud.

Umframt at hava bíbliutíma hevði Eyðun Eltør eisini fyrilestur um andaligu vekingina í Klaksvík fyrst í sekstiárunum, sum setti djúp spor heilt upp í seksti- og sjeytiárini.

SANGLØTUR : 5 sangløtur vóru á ferðini, har MC Restorff, Hallgrím Miðberg, Jóannes S. Hansen og Oasubrøðurnir dekkaðu upp við einum ríkun úrvali av solo, duettum, trio og felagssangi. Tað var ikki bert tilmeldaða ferðalagið, sum kom til felagssangin, men fleiri av ferðafólkunum umborð komu eisini at lurta, við tí úrlsiti, at umleið 200 fólk sótu í Naust-hølinum í umleið tveir tímar og lurtaðu eftir andaliga tónleikinum, sum fylti skipið hesar tríggjar dagarnar millum Havnina og Hirtshals.

Tað var stilli í sjónum alla tíðina, og tann eina dagin skein sólin av skýfríum himli, so fólk kundu hugna sær á sóldekkinum og sodna tað, sum tey høvdu hoyrt í bíbliutímunum.

Í LANDI : Í Hirtshals varð steðgað í ein góðan tíma. Tveir bussar stóðu við terminalin at koyra fólkið niðan í gongugøtuna, har tey eisini høvdu høvið at vitja Føroyska samkomuhúsið Malta, har fólk í samkomuni høvdu dekkað borð við alskyns køkum og einum góðum ókeypis drekkamunni.

Ferðalagið kom aftur á Havnina mikukvøldið 22. august kl. 17:30, tá áttanda Bíbliu- og Tónleikaferðin endaði. Um Gud vil verður ein tílík ferð gjørd aftur komandi summar.

Sum eitt curiosum kann nevnast, at tann populeri Gospeltúrurin hjá Eyðun Jacobsen, sum hevur verið umborð á Norrønu seinastu tvey árini, er longu farin í stoypiskeiðina til komandi summar, og uppskot til eina spennandi konsertskrá liggur longu á borðinum.