Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Betri tíð til barnið

2019-08-22 11:19

Javnaðarflokkurin hevur sett sær sum mál og mið, at Føroyar skal vera heimsins besta barnaland. Fortreytirnar, at fremja hetta týðandi og bjarta mál, eru til staðar. Nøkur av átøkunum krevja samspæl við aðrar skipanir og bólkar. Tað er landspolitiskt, at karmarnir verða settir upp. Í samstarvi við eitt nú fakfeløg, kommunur, vinnufeløg og onnur verður síðani avrátt, hvussu lunnarnir skulu leggjast. Hetta krevur orku og vilja – tí vilja vit í Javnaðarflokkinum virka fyri, at komandi samgonga fær eitt landsstýrisfólk í barnamálum. Hetta vil gera fortreytirnar fyri at samskipa arbeiðið kring børn okkara nógv betri, og at niðurbróta teir geiramúrarnar, sum í dag als ikki hava nøktandi samspæl.

Nýmótans barsilsskipan

Vit hava hetta samgonguskeiðið styrkt munandi um barsilsskipanina. Vit vilja útbyggja barsilskipanina við 50 umsorganardøgum árliga. Hesir dagar kunnu foreldrini brúka til og við barnið er 7 ár. Um foreldrini vilja, ber eisini til hjá ommum og abbum at brúka umsorgarnardagarnar.

Dagstovnarnir styrkjast

Á dagstovnaøkinum skulu vit lógaráseta minimumsnormeringar. Í fólkaskúlalógini hava vit á áratíggjur hava lógarásett hvussu nógvir næmingar skulu vera í hvørjum flokki. Hetta meta vit eisini eigur at gerast á dagstovnaøkinum við lógarásettum minimumsnormeringum, ið tryggja starvsfólki og børnum góðar umstøður.

Tann góða tilgongdin styrkjast

Tann góða tilgongdin er ein skipan, ið skal styrkjast og útbyggjast til øll børn, ið bera brek. Skipanin “ Tann góða tilgongdin” hevur fleiri styrkir, men størsta styrkin er, at foreldrini hava ein kontaktpersón og eina hurð at fara til eftir hjálp. Hetta lættir ómetaliga nógv um.

Flokslærarin avgerandi

Á fólkaskúlaøkinum mæla vit eisini til fleiri neyðugar ábøtur. Ein átrokandi tænasta, ið má styrkjast er at veita sálarhjálp til børn og ung. Vit síggja ávaringarlampurnar lýsa við, at fleiri og fleiri børn og ung eru merkt av skúlanoktan og pínu í sálini. Hetta eru viðurskiftir vit taka í størsta álvara og vilja seta inn fyri at fyribyrgja og hjálpa.

Flokslærarin í føroyska fólkaskúlanum er ein lyklapersónur, bæði tá tað kemur til trivna og læru. Vit vilja styrkja um flokslærara gerningin, við at veita fleiri tímar til hesa avbjóðandi og sera týdningarmiklu uppgávu. Tá flokslærarin hevur færri undirvísingstímar, fær hann betri umstøður og tíð til flokkin og einstaka barnið.

Styttri arbeiðsvika

Tað skal vera tíð hjá føroysku familjunum at sameina familju og arbeiðslív. Tí vilja vit betra um trivnaðin á arbeiðsmarknaðinum, raðfesta tíð til nærveru og líðandi stytta vanligu arbeiðsvikuna niður í 37 tímar um vikuna við somu løn. Hendan líðandi broytingin skal gerast í samstarvi við avvarðandi partar á arbeiðsmarknaðinum.

Tað áliggur okkum, ið bera vælferðarsamfelagi í okkara skjaldarmerki at raðfesta, so øll eru við. Við slagorðinum “Heimsins besta barnaland”bera vit kyndilin høgt, og skapa góðar fortreytir fyri at komandi ættarliðið kann taka við staffettini og føra vælferðarkyndilin fram á leið.

Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin