Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Betri - men tó ikki gott nokk

Betri-samtakið hevur havt ársaðalfund, har roknskapur, sum vísir stórt avlop og metstóra eginogn og soliditet, varð lagdur fram til góðkenningar. Tíðindi seinasta dagarnar hava eisini sagt frá, at bankin er tann tryggasti í ríkinum. - Aðrir bankar og vinnuvirkir við minni avlopi, eginogn og soliditeti gjalda vinningsbýti bæði til alment og privat, men ikki Betri!

Herfyri hevði Betri-samtakið ársaðalfund, har roknskapurin fyri 2016 bleiv lagdur fram til góðkenningar. Roknskapurin vísti eitt avlop upp á 197 mió. kr., eina eiginogn upp á 2,8 mia. kr og ein solvens upp á 40,5 %.

Betri Banki tryggasti í ríkinumTil samanberingar kann nevnast, at BankNordik-samtakið, sum fyri stuttum eisini hevði aðalfund, legði ein roknskap fram við einum avlopi upp á kr. 163 mió. kr., eini eginogn upp á kr. 1,9 mia. kr. og einum solvensi upp á 18 %. Hinvegin er Betri Banki tryggastur í ríkinum.

Samtak Avlop Solvensur Eginogn Útlutan
Betri 197 mió. kr. 41 % 2,8 mia. kr. 0 mió. kr.
BankNordik 163 mió. kr. 18 % 1,9 mia. kr. 300 mió. kr.

Hóast bæði samtøk eru undir nágreiniliga somu treytum og almennum eftirliti, er tó stórur munur á, hvussu leiðsla og nevnd virða tey, sum eiga samtøkini.

(mynd 1)


BankNordik útlutar 300 mió. kr. – Betri onki
Meðan BankNordik útlutar 300 mió. kr. til sínar eigarar sum avkast fyri sínar íløgur, fáa eigararnir av Betri-samtakinum als onki, hóast teirra íløga í samtakið enntá ikki hevur verið sjálvboðin, men í eina hálva øld tvangsáløgd í lívd av eini monopolstøðu.

Tað einasta, sum nevndin, íð hevur avgerðarrættin í spurningum um vinningsbýti, hevur avsett til tryggingartakararnar ella eigararnar, eru 15 mió. kr., sum møguliga skullu gjaldast næsta ár, um tær ikki verða inntøkuførdar tá.

Og nevndin, sum hevur tikið hesa avgerð, er øll, sum hon er, úr umboðsráðnum, tvs. allir nevndarlimir eru valdir av tryggingartakarunum og beinleiðis umboðandi teir!

Glottar fyri framman
Men kanska eru glottar fyri framman. Nývalda nevndina hevur helst ein víðari sjónarring, enn fráfarandi og fer hetta kanska at føra við sær broytingar í hugsunarháttinum um rættindi hjá eigarunum.

Johan Petersen, umboðsráðslimur