Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bestu umstøður til tannrøktina

2020-11-09 08:58

Hóast staðsetingina hjá verandi tannrøkt  liggur so sera væl fyri mitt í býnum, í Tórsgøtu, so eru umstøðurnar at brúka hendan bygningin til dagsins tannrøkt ikki tær bestu. Bygningurin er gamal, og er als ikki egnaður til tannrøkt longur, ikki minst tí at børnini eru so mong í tali, sum dagliga ganga til hesa tænastuna.

Tí er neyðugt at staðseta nýggjan bygning til tannrøktina. Og her er tað upplagt, at tannrøktin fer sama veg sum skúlabørnini í miðbýnum eru farin. Børnini eru kundarnir. So eg haldi sum fleiri onnur, at staðsetingin til ein nýggjan tannrøktarbygning skal vera í skúlaumhvørvinum úti á Fløtum.

Tá tað er sagt, so haldi eg avgjørt, at hinar viðgerðarstovurnar úti í økjunum skulu halda á fram óbroyttar.

Fyri stuttum vísti nýggjasta kanningin, at okkara børn hóast stór framstig ikki eru á sama støði sum javnaldrarnir í okkara grannalondum. Hetta vísir bara, at vit miðvíst skulu halda áfram at betra um hesa tænastuna, so vit veruliga kunnu sammeta okkum við okkara grannar. Og tí skulu vit m.a. skapa allar bestu karmar til tænastuna. Góð tannrøkt er so avgjørt við til at skapa grundarlag til góðan trivna og góða lívsgóðsku gjøgnum alt okkara lívsskeið.

Verði eg valdur í býráðið 10. nov., so verður hetta eitt av málunum, sum eg fari at arbeiða fyri at fáa avgreitt. Ein nýggjan og nýmótans tannrøktarbygning  úti á Fløtum.

Jákup Dam býráðslimur og valevni á lista E