Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Besta loysnin fyri øll

2013-07-17 22:35

Skálafjarðartunnilin skal byggjast, og hann skal vera almennur. Har er eingin ivi um, hvat er betri fyri Føroyar, hvat er skjótast og hvat er bíligast fyri brúkaran. Innlendismálaráðharrin átti tí at gjørt sum vinnumálaráðharrin, og stuðlað almennu loysnini. Ger hann tað, kann tunnilin longu vera væl ávegis áðrenn næsta val, og æviga trætan um Sandoyartunnulin loyst samstundis.

Álit á politisku skipanina?

Um møguleikin verður brúktur rætt, er tað frálíkt, at innlendismálaráðharrin hevur sett tunnilin á dagsskránna. Skálafjarðartunnilin er ein av teimum íløgunum í infrakervið, sum eingin ivi yvirhøvur átti at verið um. Hann knýtir meginøkini í Føroyum saman, gevur bæði byggiharranum og brúkaranum vinning, og minkar um ferðatíðina hjá privatpersónum og vinnulívi. - Tó at yvirskotið hjá brúkaranum fíggjarliga er væl minni (um tað yvirhøvur er har), um tað verður bygt privat.

Nú innlendismálaráðharrin hevur uppskot til ein sáttmála, ber tað av álvara til at síggja, hvussu nógv verri privata loysnin er fyri øll onnur enn fyritøkuna sum byggir – hetta hóast vit ikki fá loyvi at vita so nógv, og tað valla man vera tað mest jaliga, sum verður dult sum mansmorð: Innlendismálaráðið væntar, at Føroya fólk er so ónøgt við sáttmálan, at rætturin til alment innlit skal beinast burtur, inntil eitt hálvt ár aftaná tunnilin er liðugur. Hvør kann tá brúka innlitið til nakað? Men vit vita so, at fyritøkan eitt nú skal fáa endurgjald, um lógir broytast, eins væl og um tað almenna ger nakað, sum kann gera at minni ferðsla kemur gjøgnum tunnilin. So infrakervið í øllum meginøkinum er fastlæst upp til næstu 50 árini. Harumframt er tað ikki fyrrenn í 2023, at fyritøkan skal verða liðug við tunnilin. Ella við øðrum orðum so seint, at um so politiska skipanin bíðaði fýra ár afturat við at byggja alment, var tað almenna fyrr liðugt. Og tað er enntá komið fram, at um fyritøkan velur tað, so kann hon heilt sleppa sær burturúr verkætlanini, um einki forprojekt er gjørt í 2018. So tað er eingin trygd fyri, at tunnilin yvirhøvur verður bygdur við privata leistinum!

Hetta er als ikki nøktandi, og kann hava við sær, at fólk í nógv størri mun missa álitið á politisku skipanina, tí “loysnin” gongur beint ímóti serfrøði og vanligum viti og skili. Tað mest vanliga tá ein eitt nú lýsir eitt starv at vera leyst, og bara ein ella fáir umsøkjari er, er, at ein antin lýsir starvið av nýggjum, ella finnur eina aðra loysn. Fær ein ein einsamallan góðan umsøkjara, so kann ein umhugsa at seta viðkomandi, ella heita á viðkomandi um at søkja aftur. Men í hesum førinum ljóðar avtalan at vera alt annað enn góð.

Møguleikin er her nú!

Innlendismálaráðharrin kann gera tað so nógv betri. Við upplýsingunum vit hava nú, kann hann uttan víðari fáa breiða undirtøku fyri, at almenna loysnin skal fara í gongd nú. Uppaftur betri, hann verður mintur sum tann, sum endiliga fekk Skálafjarðartunnilin OG Sandoyartunnilin ígjøgnum – sum helst man vera nóg mikið, til at tryggja Sjálvstýrisflokkin til næsta løgtingsval. Við at hava sett tunnilin so frammarlaga á dagsskránna, kann almenna loysnin ikki steðga upp. Eingin politiskur flokkur hevði torað, at sagt nei, tá fólk vænta at fáa tunnilin og fáa hann nú – ikki í 2023.

Hin møguleikin er oyðileggjandi fyri politisku skipanina. At t.d. løgmaður kemur út, og sigur seg ikki hava álit á serfrøðini hjá tí almenna (Landsverk), niðurbrýtur alt álit sum er. Tað einasta sum kann gera, at verkætlanin ikki gevur yvirskot, er, um fólkatalið í Føroyum minkar og minkar nógv. Er tað tann møguleikan løgmaður hugsar um, tá hann sigur hann ikki trýr Landsverk, so stendur illa til við framtíðarvisjónum fyri land okkara, og spurningur er um hann átti at hildið áfram í starvinum sum løgmaður. Koma vit nakrantíð hagar, kann alt kortini gera tað sama. Heldur hann at útrokningarnar hjá Landsverkið onkursvegna eru skeivar, so kann løgmaður sjálvur støkka inn á gólvið hjá Landsverk, og koma við røttu útrokningunum. - At onkur er fólkavaldur merkir, at hann hevur eginleikar sum gera, at fólk hava álit á viðkomandi, men tað merkir vanliga ikki, at viðkomandi harvið verður til dømis búskaparfrøðingur ella verkfrøðingur, og dugir betri enn t.d. Landsverk at meta um kostnaðin av infrastrukturellum verkætlanum. At vera fólkavaldur merkir ikki, at ein bara kann halda okkurt vera “smart”, halda tað loyniligt fyri fólkinum og so gera tað. Serfrøðin má takast í álvara – annars kann hon ikki tæna fólkinum – Og hvussu kann fólkaræðið virka, um fólk ikki fáa at vita, hvat teirra kosnu ætla at gera?

Eg vóni at innlendismálaráðharrin hugsar seg um eina ferð afturat. Tað er best fyri Føroyar, Eysturoynna, Sandoynna, einstaklingin og framtíð Sjálvstýrisfloksins, um hann leggur seg fram um andstøðuna, og verður maðurin, ið kom við ikki einum, men tveimum tunlum vit hava klandrast um í meira enn eitt áratíggi. Ger innlendismálaráðharrin ikki tað, so kunnu aðrir samgongulimir (við reinari samvitsku) vinna sær nógvar atkvøður, við at stuðla uppskotinum hjá andstøðuni.