BERØA - úr Havnini inn í Saltangará

Kristiliga Tíðindatænastan v/poul jóhan djurhuus - gjaranes@gmail.com - SKRIVAÐ: 06.06.2018

MYND: Gamla Berøa. Gólvið til nýggja salin sæst niðanfyri 

Tú kanst hoyra tíðindainnslagið her: https://r7.fo/news/10788/kristilig-tidindi-69-kristiliga-tidindasendingin-vid-poul-johan-djurhuus


___________________________________________________________________________________

BERØA

- úr Havnini inn í Saltangará

Í samband við Eystanstevnuna, sum var vikuskiftið 15. juni, tá nógv vitjandi komu og fóru, so var tað hóskandi at skrivað nøkur orð um samkomusalin BERØA, sum í dag er næsti granni við Føroysku oljuhavnina. Greinin stóð í Eystanstevnublaðnum 2018.

Húsið, sum stendur á Heiðavegi nr. 55 í Saltangará er samkomuhúsið BERØA, har Brøðrasamkoman í Heiðunum hevur hildið til síðani 1965. BERØA er elsta samkomuhús í landinum í dag. Húsið hevur ikki altið staðið í Saltangará, men er flutt úr Havnini í 1963 og tikið í brúk 18. juli í 1965 í Saltangará.

BERØA er gamla Ebenezer, sum stóð júst har, sum Ebenezer stendur í dag í Havnini. Gamla Ebenezer (Berøa) varð bygt í 1905, og í 1932 varð salurin longdur til tað hann er í dag. Salurin er so statt 113 ára gamal. Bygningurin hevur sama skap, somu mál og sama tal av vindeygum, sum hann hevði upprunaliga, tá hann varð longdur í 1932, og høvuðsdyrnar eru á sama stað, og gongin er tann sama, og enn stendur tann upprunaligi stoypijarnsradiatorurin undir gongsvindeyganum, sum hann gjørdi í upprunasalinum í Havnini.

LUT FYRI LUT

Bygningurin varð fluttur lut fyri lut, sum vórðu eyðmerktir: Vindeygu, hurðar, radiatorar, loftstrappur, lampur, lotfsgelendari (træverkið) og annað varð sett í aftur, har tað upprunaliga var.

Hóast nógv av hesum lutum eru skiftir út við tíðini, so hevur salurin í dag sama innrættning og somu mál, sum tá hann varð longdur í 1932. Sum dømir kunnu nevnast trappan upp á loft, sjálvt lofti og loftsgelendarin (træverkið) eru á sama stað og eru av upprunaliga tilfarinum. Inngongdin úr gongini og inn í salin er á sama stað. Einasta broyting í mun til upprunaliga salin er kjallarin í Berøa, tá gamla Ebenezer ikki hevði kjallara, men ein lítlan krúpikjallara, sum var í øðrum endanum av bygninginum.

BERØA – ANDALIGUR MIÐDEPIL

Tá Berøa varð tikið í brúk í Saltangará í 1965, varð hann roknaður sum eitt satt aktiv fyri samkomuna og samkomuvirkið. Hann var tá størsti møtisalur í Eysturoynni og triðstørsti salurin hjá brøðrasamkomunum í Føroyum. Ein hugnaligur og snøggur salur, stórur og rúmligur. Tað var skjótt, at fólk tóku salin til sín. Berøa gjørdist eitt slag ev miðdepli, har stór vekingarmøtir og evangeliskar møtirøðir vórðu hildnar. Onkuntíð vóru mjólkabátarnir settir i eykasigling millum Havnina og Høgaból, tá eykamøtir vóru í Berøa.

Ungdómurin í Eysturoynni tók salin til sín, og hann gjørdist ein kærkomin savningardepil fyri ungdómsmøtir, miðnáttarsamkomur og barna- og ungdómsvirksemi. Tann kendi og elskaði Miðnáttarsangbólkurin gjørdist ein væl dámd ímynd av virkinum í og út frá Berøa. Berøa hevur verið andaliga eykaheimið hjá ungdómi í brøðrasamkomunum í Eysturoynni í fleiri ára tíggir.

NÝGGJA BERØA

Hesin hugnaligi og snøggi salurin, sum er vorðin ein klenodia, hevur nú tænt fyri seg. Hann stóð í Havnini í 58 ár og í Saltangará hevurBERØA staðið í 52 ár. Ígjøgnum árini hava uppskot, tekningar og modellir av nýggjum sali verið til viðgerðar, og eisini hava uppskot verið frammi at byggja upp í gamla salin. Men fyri nøkrum árum síðani tók samkoman endaliga avgerð um at byggja nýggjan og taka gamla salin niður.

Nýggja BERØA verður reist beint undir núverandi sali. Arbeiði upp á nýggja BERØA byrjaði fyri 8 mánaðum síðani.“Spakin” varð settur í mikudagin 27. september 2017 kl.14:26, tá grevið á einari av maskinunum hjá Jóhan Berg varð sett í vøllin og fyrsti bøkkurin loystur. Tað gekk væl at grava út og gera klárt til stoyping. Síðani varð gólvið stoypt, og hitarør eru løgd í gólvið. Arbeiðið hevur ligið stilt eina tíð, men nú eru betongelementini komin, og ætlanin er at seta elementini upp beint eftir summarfrítíðina.

Nýggja Berøa verður 264 fermetur. Í tí stóra salinum, sum verður í ovaru hæddini, verða umleið 200 sitipláss, og í einum minni sali verða sitipláss til knapt 100 fólk, og ein salur til veitslur og annað verður eisini. Køkur, barnaansingarrúm og fleiri sunnudagsskúlarúm verða í nýggja salinum.

Tað er TN-BYGGING, sum stendur fyri byggingini, men talan er eisini um sjálvbodna arbeiðskraft millum fólkið í samkomuni. Leiðslan í Berøa sigur, at man hevur ikki sett tíð á nær arbeiði skal verða liðugt, men tá nýggja BERØA verður tikið í brúk, verður gamla BERØA tikið niður, sum kemur at útloysa eitt nýtt og stórt parkeringsøki omanfyri nýggja salin