Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ber til at seta met í útbúgving?

2019-08-20 06:41

Somikið stór framstig eru hend á útbúgvingarøkinum í hesum valskeiðinum, at vit kunnu siga, at vit hava sett met innan nærum øll øki. Men met eru til fyri at verða sligin, og tað vilja vit fegin bjóða okkum til at gera!

Rigmor Dam, valevni fyri Javnaðarflokkin

Methøgur lestrarstuðul. 18 nýggj útbúgvingartilboð. Metnógv velja Føroyar sum lestrarland. Metnógvir lærusáttmálar eru undirskrivaðir. Játtanin til Fróðskaparsetrið er vaksin metnógv. Talið av ph.d-granskarum hevur ongantíð verið hægri, eins og talið av lestrarbústøðum. So nú er bara at dríva á og halda sama, og gjarna hægri, ambitiónsniveau.

Vit vildu hava útbúgvingarmál

Tað var bráðneyðugt at fremja ódnartøk á útbúgvingarøkinum, tá ið vit komu til. Vit fóru til val upp á at fáa fleiri ung at velja Føroyar. Tí var umráðandi fyri Javnaðarflokkin at fáa útbúgvingarmál. Nú gjørt verður upp, er hugaligt at staðfesta, at fólkatalið hevur ongantíð verið hægri, og at lutfalsliga nógv fleiri enn áður velja Føroyar sum útbúgvingarland.

Men vit skulu hava enn fleiri ung at velja Føroyar sum heimland, og hesum máli røkka vit einans, um vit halda fram við at skipa fjølbroytt útbúgvingartilboð kring alt landið, lokkandi bústaðar- og starvsmøguleikar, dygdargóð dagstovna- og skúlatilboð og mentanarligt víðskygni.

Lesandi betri livikor

Tá ið umræður útbúgvingarøkið, ger lestrarstuðulin stóran mun. Vit kappast við heimsins mest lukrativu skipan, ta donsku, sum føroyingar eiga rætt til í somu løtu teir verða innskrivaðir á útbúgving, sum liggur uttan fyri fiskimarkið. Tí mugu vit í minsta lagi hava eins góða skipan, so tað ikki er av fíggjarligum ávum, at okkara ungu velja Føroyar frá.

Vit hækkaðu stuðulin við 500 kr. um mánaðin og lata nú eisini studning 12. mánaðin, umframt at barnastuðulin hækkaði eitt vet. Harumframt kann familjuískoytið frá Almannaverkinum koma lesandi barnafamiljum væl við. Sum dømi kann nevnast, at ein stakur lesandi við tveimum børnum í miðal hevur omanfyri 17.000 kr. eftir um mánaðin, tá alt er talt við, eisini pápapengar og barnafrádráttur. Og hetta hava høgrakreftirnar í tinginum eisini havt sera stóran ampa av. Tí tað kann kanska tykjast ógvusligt, men avspeglar júst tann góða og miðvísa sosialdemokratiska politikkin, sum snýr seg um at geva menniskjunum amboð, so tey kunna skapa sær eitt virðiligt lív. Og tí skulu eisini støk við børnum hava bestu møguleikar at nema sær útbúgving, so tey upp á sikt kunnu forsyrgja sær og sínum. Vit hava sæð óteljandi ungar familjur, oftast mammur við børnum, sum hava leitað sær av landinum í útbúgvingarørindum, tí tær fingu tað ikki at hanga saman fíggjarliga. Langt er rokkið, men vit eru ikki komin á mál, fyrr enn vit eisini kunna bjóða fleiri góðar og bíligar lestraríbúðir.

Ynskja at halda fram

Tað krevur meira enn fýra ár at røkka á mál, so vit vilja sera fegin hava í minsta lagi fýra ár afturat, har vit kunnu vera við til at seta útbúgvingarpolitisku dagskránna.

Fyri at nevna trý útbúgvingarpolitisk mál, so ynskja vit 1. at seta ferð á Føroyar sum fjarlestrarland, 2. framhaldandi at menna lestrar- og bústaðarumhvørvið úti á Frælsinum, 3. at serliga taka hond um Námsvísindadeildina, har lærarar og pedagogar verða útbúnir.

Fjarlestrarlandið Føroyar

Tí fyri Javnaðarflokkin er tað sjálvsagt, at Føroyar - fjarskotnar herúti í víðopna Atlantshavi - skulu vera heimins besta fjarlestrarland. Umráðandi er, at vit skapa eitt sosialt, fjølbroytt og dygdargott fjarlestrarumhvørvi, har til ber at nema sær hópin av útbúgvingum, heilt ella partvíst, í samstarvi við útlendskar lærustovnar. Hetta krevur fyrst og fremst neyva ráðlegging og røttu eldsálirnar, samstørv við lærustovnar og lestrarvegleiðarar, hóskandi fysiskir karmar og fremstu tøkniligu hjálparamboðini. Og her verður ikki hugsað um, at hvør einstakur skal sita heima í sínum egna kjallara, men at føroysk ung kunnu lesa saman í flokkum og bólkum, fyri at fáa sosiala trivnaðin við í tilgongdina. Tí vit halda, at tað sosiala hevur alstóran týdning, skalt tú trívast og gjøgnumføra eina útbúgving.

Lestraríbúðir og nýtt Setur

Seinna satsøkið hjá flokkinum verður at skapa eitt meira lokkandi lestrarumhvørvi úti á Frælsinum. Bústaðir skapa trivnað og sosial sambond, og kunnu tí eisini vera við til at minka um fráfallið á setrinum. Ætlan um lestrarlund, kampus, er fyrireikað og nýliga handað, og Javnaðarflokkurin er nú ótolin at sleppa undir at viðgera málið politiskt. Og her er greitt, at málið má viðgerast í tveimum: Tað akutta og tað langsiktaða. Bústaðir til lesandi eiga at hava fyrstu og fremstu raðfesting, meðan tað at byggja eitt nýtt Fróðskaparsetur er tað stóra langsiktaða og eins týðandi málið, sum vit mugu arbeiða við síðuleypandi.

Námsvísindadeildin

Triðja málið, snýr seg um Námsvísindadeildina, sum er karmur um lærara- og pedagogútbúgvingarnar. Nógv bendir á, at hesar smokka niðurímillum á Setrinum, og taka ikki í nóg stóran mun støði í teimum yrkjum, sum útbúgvingarnar eru ætlaðar til. Tær eiga at verða endurskoðaðar, bæði innihalds- og skipanarliga, umframt, at ein loysn má finnast á hølisviðurskiftunum beinanvegin.

--

Nøkur framstig á útbúgvingarøkinum:

· Lestrarstuðulin er hækkaður, og lestrarstuðul fæst nú allar 12 mánaðirnar

· Áleið 18 nýggj útbúgvingartilboð eru sett í verk. Flestu teirra eru longu byrjað, meðan onnur eru fyrireikað og fíggjað, so tey verða boðin út í næstum*

· Ongantíð áður hava lutfalsliga so nógv fólk lisið í Føroyum í mun til uttanlands

· Játtanin til Fróðskaparsetrið er økt við 36 prosentum í valskeiðnum úr 77 mió. kr. í 2015 upp í 105 mió. kr. 2019

· Setrið hevur fingið munandi betri hølisviðurskifti við Sjóvinnuhúsinum, har íverksetan, KT-útbúgvingin, Náttúruvísindadeildin og heilsuútbúgvingarnar mynda eitt lokkandi, kreativt umhvørvi

· Álit um kampus er skrivað og handað

· Talið av nýggjum lærusáttmálum er methøgt. 378 nýggir sáttmálar vórðu undirskrivaðir í 2018 - ella áleið helmingurin av einum ungdómsárgangi. Hetta tal hevur annars ligið á í miðal 35 prosent seinastu mongu árini

· Játtaðar eru 40 mió. kr. til nýggja, framkomna útgerð til teknisku skúlarnar

· Farið verður undir nýggjan Húsarhaldsskúla í Klaksvík í næstum

· Serligt skipað miðnám fyri ung við avbjóðingum er nógv ment í Havn, Kambsdali og Klaksvík

· Ítróttarháskúlin í Vági fingið hægri játtan til fleiri næmingar og nýbygging er á veg

· Háskúlin í Havn fingið hægri játtan til umvælingar og fleiri næmingar

· Eftirskúlin á Tvøroyri er fyrireikaður

· Skúladepilin í Marknagili er tikin í nýtslu - við grønari orkuloysn

· Nýggja breytaskipanin á miðnámi er eftirmett og tillagingar settar í verk

· Yrkisútbúgvingarskipanin er eftirmett og fyrimyndarlig trýpartaavtala bøtir munandi um skipanina, so lærupláss eisini verða tøk í verri tíðum

· Førleikameting er sett í verk, so fólk við royndum fáa niðurskurð í lærutíðini

· Álit um vaksnamannalæru hevur verið til aðalorðaskifti og verður viðgjørt víðari í trýpartasamstarvi

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin

*Fróðskaparsetrið: B.Sc. í búskaparfrøði, hjánám í støddfrøði, M.Sc. í fólkaheilsu/heilsuvísindum, útbúgving fyri skúlaleiðslur, 16 fleiri pláss á sjúkrarøktarfrøði, útbúgving innan listarligt arbeiði og løgfrøði. Vinnuháskúlin: Aspirantskipan til maskinmeistarar og BA í maskinfrøði. Glasir: Fíggjarbúskapur, marknaðarførslubúskapur, byggifrøði, Inovation og íverksetan. Miðnám í Suðuroy: FHS og búskaparbreyt. Ferðavinnuútbúgving í Vestmanna. Pedagoghjálparaútbúgving í Suðuroy. Fyrireikað eru journalistikkur og námsfrøðiliga leiðslu fyri námsfrøðingar.